Vinna

JUPITER verður seldur úr Gøtu til Kollafjarðar

...

2020-05-13 12:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í gjár skrivaðu feløgini Varðin í Gøtu og Northwest Pelagic í Kollafirði undir sáttmála, har Northwest Pelagic keypir JUPITER frá Varðanum, tað váttað Jákup Jacobsen stjóri í Varðanum og Jógvan M. Ferjá Joensen stjóri í Northwest fyri JN.fo, men siga báðir, at onkur smáting enn eru at fáa uppá pláss.

Jupiter er bygdur á Langsten Slip & Båtbyggeri í Norra í 1994, Jupiter kom til Føroyar í 2007, hann er 74,2 metrar langur og 13,6 metrar breiður.

Northwest Pelagiic eigur Norðhavið (Gamla Atlantsfarið), sum fiskar útfyri Afrika, Norðhavið verður selt har, sigur Jógvan M. Ferjá Joensen.

Stjórin í Varðanum Jákup Jacobsen sigur, at Tróndur í Gøtu, sum hevur ligið í longri tíð við brotnum geari, verður klárur, at fara aftur til fiskiskap um 2-3 vikur.

Manningin, ið er umborð á Jupiter, verður umborð til svartkjaftafiskiskapurin her á føroyaleiðini er av.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder