Vinna

Jupiter landar mikudagin ella hósdagin

...

2020-01-05 20:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Føroysku skipini hava rokfiskað vestur úr Hetlandi eftir makreli, og kemur Jupiter í kvøld á Tvøroyri við 1050 tonsum av makrli. Støddin liggur um 440 gramm.

Jupiter skal bíða nakrar dagar til teir sleppa framat at landa, men vænta teir at tað verður mikudagin ella hósdagin.

Í løtuni landar Gitte Henning 1 til Varðan Pelagic. Tummast T sleppir framat aftaná Gitte Henning 1 og síðani eigur Finnur Fríði landingartørn áðrenn Jupiter sleppir framat.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder