Vinna

Jupiter kom á Fuglafjørð í nátt

...

2020-01-31 09:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jupiter kom á Fuglafjørð seint í nátt við 1.000 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa till Havsbrún, teir sleppa framat at landa seinni í dag.

Jupiter hevur roynt sunnast í føroyskum sjógvi hendan túrin.

Nú er einki føroyskt skip á svartkjaftafeltinum sunnanfyri, har eru bara 4 russisk skip.

Tey føroysku skipini eru í ES-sjógvi á leiðini við St. Kilda, Emil Petersen skipari á Jupiter segði við okkum í gjárkvøldið, at teir fara eisini í ES-sjógv, tá ið teir fara nýggjan túr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder