Politikkur

Jú sanniliga duga vit

...

2019-08-27 22:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað var líka við at eg datt á reyvina, tá eg hoyrdi háttvirda vinnumálaráðharran í útvarpslurtinum herfyri. Sum formaður fyri Framsókn kom hann við hesari útsøgn:

Tað sum eg kann konstaterð er, at virðisøkingin av tí, sum teir verandi aktørarnir hava havt, er ómetaliga lítil. Tað sær út sum nøgd framvegis er tað, ið skal avgera alt og ikki tað, at tað er virðisøkingin og foredlingin av fiskinum. Tað síggi eg so sum tann stóra avbjóðingin. Teir gomlu koma ikki burturúr tí, tí teir hava fingið for stóran part av tilfeinginum .

Hetta er beinleiðis ósatt, órímiligt og ikki sørt niðrandi av einum vinnumálaráðharra at siga um eina vinnu, sum hevur verið við til at lyfta føroyska samfelagið upp á tað støði tað er í dag. Og slík útsøgn seyrar runt í politiski skipanini.

Vinnan hevur gjørt íløgur í hundraðtals milliónir fyri at virðisøkja meiri av uppisjóvarfiski, og hini virkini á landi hava kempa ein langan og seigan kamp, fyri at víðarigóðska tosk, brosmu, longu v.m. Slík útsøgn er ein niðurgerðing og ein háðan móti vinnuni. Ein háðan móti teimum sum hava lagt lív og sál í at menna og góðska tann fiskin sum er, til høgt virdar matvørur. Hetta er dagligt yrki hjá 100 tals fólkum og nógvum virkjum.

Føroyar eru tað landið í øllum heiminum sum best dugir at virðisøkja svartkjaftin. Vit eru heimsmeistara! Og so sanniliga eisini sild og makrel. Og føroyar eru høgt í metum innan saltfiskaheimin, við virðisøktum vørðum. Og fyri eini tíð síðan stóð ein grein í norska blaðnum FISKAREN við yvirskriftini: VERDENS MEST L??NSOMME B??T. Onnur virðismeta okkara arbeiði, og ikki vit sjálvi. Ikki okkara høvuðsvinnu hevur vinnumálaráðharrin álit á ger sítt ítarsta at virðisøkja fiskin. Jú sanniliga duga, megna og vilja vit í Føroyum, og vit gera tað.

Vit skulu verða stolt av okkara vinnu, sum kýtir seg dag og dagliga fyri at fáa sum mest burturúr hvørjum fiskaðum kilo. Og vit skulu hava eina djúpa virðing fyri tí arbeiði sum verður gjørt innan hetta øki.

Hesa virðing vil eg enn sum áður stríðast fyri at politkiska skipanin fær.

Pól Huus Sólstein, Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder