Politikkur

Jørgen: Uni er í dag ímyndin av fólkaflokshugsjónini

...

2019-06-06 13:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Takk fyri stuðulin

Har tað er ein vilji, er tað ein vón, og tað vístu okkara veljarar í gjárkvøldið. Hetta var heilt fantastiskt. Vit høvdu størstu framgongdina yvirhøvur. 5,1%. ??trúligt!

Eingin trúði okkum, tá fólkatingsvalið varð útskrivað, men valúrslitið prógvaði, at tú mást ongantíð undirmeta sterka stríðsviljan, sum býr í fólkafloksfólki. Tað vóru bert nakrar 100 atkvøður á muni. Tað skuldi so lítið til. Vit tosa um marginalar. Munin millum stong inn og stong út.

Fólk dømdu okkum úti, men Fólkaflokkurin er ongantíð úti. Hygg bara eftir Una Rasmussen, sum gjørdist toppskjúttin hjá Fólkaflokkinum. Hann er í dag ímyndin av fólkaflokshugsjónini. Einki er ógjørligt. Vit skulu taka ábyrgd av okkum sjálvum. Bæði sum einstaklingar og tjóð, men vit skulu gera alt, vit kunnu, fyri at lofta og hjálpa teimum, sum hava brúk fyri tí.

Tað er styrkin í einstaklinginum.

Og eg kann halda fram. Christian Andreasen, valevni, sum gjørdi eitt rimmar val. Fyri ikki at tala um 22 ára gamla klaksvíkingin, Beinir Johannesen, sum tók allar Føroyar á bóli. Og eg kann halda fram. Elsebeth, Jacob, Jákup, Símun, Joan, Heðin, Brandur, Annika og Jógvan. Hetta var eitt fantastiskt liðavrik, har øll stríddust fyri hvørjum øðrum.

- Hvør er tykkara spísskandidatur, spurdu journalistarnir
- Fólkaflokkurin, var einfalda svari.

Hvørki Ronaldo ella Messi klára nakað einsamallir. Tað snýr seg um at seta og finna rætta liðið. Tað gjørdu vit, men vit vórðu akkurát ov stuttir.

Fari tískil at ynskja Sjúrða Skaale og Edmundi Joensen hjartaliga til lukku við fólkatingssessunum. Fari eisini at takka øllum flokkunum, valevnunum, og øllum veljarunum fyri eitt gott og siðiligt val. Vinnarin var fólkið og føroyska fólkaræðið.

Sum formaður gleðist eg um stóru framgongdina, men vit kunnu altíð gera tað betur. Okkara veljarar slóðaðu fyri og vístu okkum vegin. Nú ræður um at byggja víðari á góðu gongdina.

Arbeiði byrjar beinanvegin.

Jørgen Niclasen
Formaður Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder