Politikkur

Jørgen Niclasen - møguligt at flyta ófiskaðar kvotur

...

2019-03-06 23:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jørgen Niclasen, formaður fólkafloksins, hevur lagt uppskot fyri løgtingið, ið gevur reiðaríum møguleika at flyta ófiskaðar kvotur yvir um ár.


Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur kostað føroyska samfelagnum í minsta lagi 200 mió. kr. í mistum inntøkum, tí hann hevur drálað við at útskriva kvoturnar fyri 2018.

Fyri at hesar 200 mió. kr. ikki fara fyri skjeyti, verður skotið upp, at heimilað verður at flyta allar ófiskaðar kvotur yvir um ár. So kunnu ófiskaðar kvotur fyri 2018 fiskast í 2019.

Uppskotið verður lagt fram í morgin, hósdagin 7. mars.

Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder