Politikkur

Jørgen Niclasen landsstýrismaður hevur svarað Jóhan Eli Poulsen tingmanni

...

2019-10-24 16:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jørgen Niclasen landsstýrismaður hevur svarað løgtingsmanninum Jóhan Eli Poulsen, uppá fyrispurning um tunnilsvegin til Hvalbiartunnilin

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvør er orsøkin til, at vegurin til nýggja Hvalbiartunnilin Hvalbiarmegin verður gjørdur við fleiri smáum svingum, heldur enn einum svingi?

2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hví vegurin er lagdur har, tekningarnar hjá Landsverki leggja upp til?

3. Um støðið verður tikið í tekningunum hjá Landsverki, ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað við tað?

Svar til 1 og 2
Arbeiðið við Hvalbiarfarleiðini gongur eftir ætlan. Borðað verður ígjøgnum næsta ár, og verður farleiðin liðug í 2021.

Landsverk upplýsir, at fleiri linjur vóru skitseraðar í samband við at planleggja nýggja Hvalbiartunnilin. Trý uppskot til vegaføring gjøgnum dalin hava verið viðgjørd nærri. Eitt uppskot var at fara gjøgnum uppdyrkaða lendið (traðirnar), eitt annað omanfyri og tað triðja niðanfyri.

Landsverk sigur, at út frá eini heildarmeting av umstøðunum varð valt at leggja nýggja vegin soleiðis, at farið verður frá landsvegnum til Nes niðanfyri uppdyrkaða lendið, og síðani bendist vegurin burtur frá ánni, tá komið er longur inn í Dalin. Sambært Landsverk er hetta fyri at taka atlit til uppdyrkaða lendið og umhvørvið longur inni í Dalinum. Hetta er millum annað orsøkin til, at vegurin hevur fleiri smærri sving.

Landsverk ger vart við, at vegurin lýkur øll vegateknisk krøv og smáu svingini hava ikki neiliga ávirkan á ferðsluna. Vegaføringin hevur eisini verið ígjøgnum eina sokallaða ferðslutrygdargranskoðan. Vegurin er lagdur soleiðis, at hann kann knýtast í ein umkoyringingarveg um Hvalba, og er sostatt fyrireikaður til, at øll suðuroyarferðslan fer henda vegin.

Samanumtikið hevur Landsverk upplýst, at Hvalbiarfarleiðin lýkur øll krøv til dygd, trygd og ferðslu, og er framtíðartryggjað soleiðis, at hædd er tikin fyri at ein undirsjóvartunil verður gjørdur til Suðuroyar.

Svar til 3
Vegaføringin er júst soleiðis, sum ásett í fylgiskjali ???Mynd av linjuføringini???, ið varð lagt við verklagslógini um nýggjan Hvalbiartunnil. Lógin varð samtykt á løgtingið í apríl 2018.

Sí skjal

Tinganes, 22. oktobur 2019
Jørgen Niclasen landsstýrismaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder