Politikkur

Jørgen: Eg haldi nyggja gøtan er eitt frambrot

...

2020-07-24 07:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Var arbeiðsørindi í Mykinesi saman við m.a. stjóranum á Landsverki og borgarstóranum í Sørvágs Kommunu. ??rindini vóru møguligar betringar á harðbaldnu lendingina og eisini brúgvin út í Mykineshólm. Vit høvdu samrøður við køn í sigling til Mykinesar. Vit fara nú at gera eitt nýtt uppskot til betringar á gjónni í Mykinesi. Við brúnni hava vit skund, hon er í ringum standi. Umvæla er ein møguleiki, men niðurstøðan er, at tað er bíliigari at gera eina nýggja brúgv. Tað verður boðið út í næstum. Á vegnum úr í hólmin komu vit á nýggju gøtuna, sum onkur vil hava burtur. ??ll ferðafólkini hildu seg nú á gøtuni, tað gjørdu tey ikki fyrr. Sum teir lokalu skemtaðu við í bygdini "Tað er stórur munur á Tummasargøtu og so Ramsargøtuni". Á vegnum vildi sjálvt ein veðrur við mær á nýggju gøtuna. Eg haldi nyggja gøtan er eitt frambrot, skrivar Jørgen Niclasen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder