Tá eg hevði skrivað greinina um at gera leigutraðir og festi til óðalsjørð, var tað onkur sum gjørdi vart við, at Tórshavnar kommuna hevur eitt festi, sum er tann fyrrverandi amtmandsgarðurin.
Hvussu kann hann gerast til óðalsjørð?
Tað er sera lætt.
Burtur av hesum haga eru nógv grundstykki seld, eins og nógvar traðir og jarðarpetti.
Eftir er eitt sindur av haga, sum kommunan hevur.
Tað, sum hevði verið rímiligt, var at øll tey sum hava hesi grundstykki og traðarpetti burtur av hesum festi, fingu skeyti upp á sín part av haganum. Hesir partar høvdu ikki verið serliga stórir, men skeytið í hesum felagshaga hevði eitt ávíst virði, sum kundi nýtast sum trygd fyri láni ella seljast. ??ll húsarhaldini gjørdust tí eitt sindur betri fyri fíggjarliga av at fáa hesa óðalsjørð afturat. Tey komu eisini at vera saman við grannunum í tí stóra felanum sum fevndi um øll tey, sum vóru eigarar. Hetta hevði havt týdning fyri teirra alsk til býin og til fosturlandið.
Zakarias Wang
valevni Sjálvstýris
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald