Mentan

Jóna Birgit Nattestad listaframsýning í Eik banka í Miðvági

...

2015-05-13 03:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Henda mánaðan hevur Jóna Birgit Nattestad listaframsýning í Eik banka í Miðvági

Birgit er útbúgvin lærari og undirvísir í skúlanum á Giljanesi. Harumframt hevur hon eisini tveir teir seinastu vetrarnar undirvíst í list í kvøld og ungdómsskúlanum í Vága kommunu.
Henni dámar væl at ganga úti í tí føgru føroysku náttúruni, og serliga er tað litspælið, ljósid og skiftandi veðurlagið, ið gevur Birgit íblástur. Hon málar bæði figurativt og abstrakt.
Hon hevur luttikið á kvøldskúla í fleiri ár og eisini fleiri vikuskiftisskeiðum. Tvær ferðir hevur hon verið í Grikkalandi hjá listakvinnu har at nema sær lærdóm innan málningalist. Eisini hevur hon verið í Dk á skeiði.
Birgit hevur havt fleiri sjálvstøðugar málningaframsýningar m.a. í SMS og Smiðjuni í Lítluvík. Í 2011 luttók hon á ??lavsøkuframsýningi á Listasavni Føroya. Eisini hevur hon sýnt fram saman við øðrum ma í Müllers pakkhúsi, Løkshøll og á vestanstevnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder