Mentan

Jólatiltak í neystinum hjá SÍF

...

2015-11-29 21:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag 29. nov. frá klokkan 15.00 til 20.00

Tiltakið er ætlað sum ein hugnaligur dagur fyri alla familjuna.

Hava tit eitthvørt heimagjørt - jóladekoratiónir, okkurt bundið, jólakort, heimagjørt góðgæti, súltutoy, ella annað at selja, kunna tit koma og selja frá jólasølutorginum. (Sølubásur á kr 150 kann bíleggjast á tlf 218591 ella 281099.)

Børnini kunna gera ymisk jólaprýði, jólakort, ???til&frá??? merkir, glaskrukkur o.a

Frá klokkan 16.00 til 19.00 tekur Herfinn myndir av familjuni til jólakortið 2015 J

Góður jólatónleikur verður at hoyra og vit fáa vitjan av jólavættrinum

Til frama fyri neystið selur SÍF kaffi / te og rís a la mande, kleynur, holukøkur og brendar mandlur og annað.

??ll eru hjartaliga vælkomin at hyggja eftir neystinum, nú 1. byggistig er liðugt og neystið er tikið í brúk.

- Eisini er forvitnislig myndaframsýning av kappróðri í Sandavági gjøgnum tíðirnar og frá Vestanstevnuni 2015

SÍF



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder