2014-11-25 04:18
Leygardagin 29. novembur 2014 kl. 17.00, kemur jólaskipið til Sands.
Skipið við jólamonnunum leggur at ??ti í Støð, og síðan gongur leiðin á Ljósafløtt, har jólabygdin verður tendrað, og prestur lesur jólaevangeliið. Aftaná fáa børnini pakka og dansað verður um træið.
Síðani eru øll bjóðað inn á ovaru hædd á bókasavninum, at fáa sær kakao, bollar og annað gott.
Henda dagin er ókeypis at ferðast um Skopunarfjørð, og tí liggur væl fyri at koma til Sands at taka ímóti jólamonnunum. Somuleiðis eru onnur tiltøk á Sandi henda dagin, har m.a jólasøla er á Grótteigum, handlar hava leingi opið o.a.
Verið øll hjartaliga vælkomin til Sands leygardagin, ung sum eldri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald