
Leygardagin 5. Og sunnudagin 6. Desembur verður jólamarknaður í Vakstrarhúsinum í Sandavági.
Tað eru Beinta Gudmundsen og Ragnhild Olsen, ið standa handan ???Trivni???, sum skipa fyri tiltakinum. Eisini skipað tær fyri árliga tiltakinum Húsagongd, sum í ár grundað av korona bleiv til eina Drive-in konsert við Blátt Gras.
Tað eru nógv dugnalig fólk rundan um okkum, og fleiri av teimum fara at selja sínar heimavirkaðu vørur á marknaðinum.
Umframt einstaklingarnar, sum fara at selja, koma eisini kvinnurnar í Handalag at vísa fram og selja tað tær hava gjørt.
Tær plaga at hava sína árligu jólasølu í Beitishúsinum, men hava í ár valt at roynt vakstrarhúsið.
Skráin fyri jólamarknaðin:
Leygardagin 5. Desembur
Kl 10:00-18:00 ??? Kaffisøla & marknaður letur upp
Kl 10:00-18:00 ??? Framvísing & søla við Handalag
Kl 10:00-15:00 ??? Jólamyndatøka v/ Súsonnu Smith
17:00-18:00 ??? Jólatónar v/ Hans Ravsfjall
Sunnudagin 6. Desembur
Kl 13:30-18:00 ??? Kaffisøla & marknaður letur upp
Kl 13:30-18:00 ??? Framvísing & søla við Handalag
Kl 13:30-15:00 ??? Jólamyndatøka v/ Súsonnu Smith
Kl 15:00-15:30 ??? Mótasýning v/ klæðum frá Sorella
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald