Mentan

Jólahald í Sørvágs kommunu

...

2015-11-25 23:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jólatrøini í Sørvágs kommunu verða tendrað 27. november 2015 sum niðanfyri tilskilað:

Í Gásadali 27. november kl. 17.00

Í Bø 27. november kl. 18.00

Í Sørvági 27. november kl. 19.00

Í Gásadali talar Marjun í Kálvalíð, prestur og Sørvágs Tónleikarfelag luttekur.

Í Bø talar Marjun í Kálvalíð, prestur og Sørvágs Tónleikarfelag og Barnakórið í Bø luttaka.

Í Sørvági verður jólatræshaldið á Stakka.

Marjun í Kálvalíð, prestur talar og Sørvágs Tónleikarfelag og barnakórið í Libanon luttaka.

Aftan á verður drekkamuður í fimleikarhøllini í Sørvágs skúla.

Í Gásadali og Bø verður drekkamuður í ávikavist skúlanum í Gásadali og skúlanum í Bø.

Jólamenninir vitja í øllum bygdunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder