Staddur á trøðni tá telefonin ringdi. Tað var beiggi mín. Eg hoyrdi á málininum, at ikkialt var, sum tað skuldi. Hann sigur ???Ikki blíva kløkkur. John er deyður???.
At fáa hesi boð, kundi ikki passa. Tosaði við John í telefon, tað kvøldið hann fylti 70ár, tann 8. septembur. Tey gjørdu seg klár at fara út at hátíðarhalda dagin.Hann, Guggan, Jonna og Andrea høvdu glett seg til hendan kemertúrin. 12. septembur erhann longu deyður.
Vit vóru tríggir beiggjar, so komu svágrarnir á ungum árum, inn í okkara familiju; Johnog Líggjas. Eg var ein smádrongur tá, so fyri meg, sum vaks upp tá, virkaði tað sum vitvóru fimm beiggjar.
John lærdi á Skála skipasmiðju. Har hann eisini skaffaði mær lærupláss.Kann ikki lata vera við at nevna eina stuttliga søgu um tíðina, tá hann var byrjaður atlyfta arvin eftir pápan. Pápi John átti ein elligamlan lastbil. 'Thames Trader' ein líkabilur stóð í einum pakkhúsi her í Sørvági. Hesum visti John av! Hann keypti bilin tileykalutir. Tá hann kom larmandi í túnið hjá okkum, hyggur mamma okkara gjøgnum køksvindeygað og sigur ???Skal hann nú dragsa skrambul úr Sørvági til Skopunar". Hon vareisini skopuningur. Hesi gomlu, næstan bilvrakini, blivu grundarsteinurin til J&K.
John og eg gingu á maskinskúla saman. Mangan fóru vit um kvøldarnar til Vestmannar viðlastbilum, hann og Kissifinn høvdu keypt. So við Sam, um náttina til Skopunar, viðbilunum.
So í skúla morgunin eftir.Tað kundi mangan vera strævið, skúlating skuldu eisini gerast, hóast at rokna dugdi hannsum fáur, men verri var við mær.
Teir bilarnir og útgerðin, sum tá varð fingin til vega, var ikki so dýr og góð, sum ídag. Men aftur her, var hann á bananum og gjørdi tað ómøguliga møguligt. Tað sumbrotnaði, bleiv gjørt aftur í vikuskiftinum, í skúrinum hjá svágrinum Kristjan SEV.Guggan var eisini við uppá, tá gerast skuldi, og stóð hon honum altíð undir lið.Ein mykineskona segði einaferð ???Aftanfyri ein góðan mann, stendur altíð ein góð kvinna???og passar hendan útsøgnin sera væl til Gugguna og John.
Soleiðis hava vit kent John frá ungum árum. Ein pionerur at fáa tað at bera til.At vit skuldu missa teg so brádliga, vardi okkum ikki.
Nú heystið stundar til, og skurðfjøllini skulu gangast, er eitt stórt tómrúm í Selvíkum.Har var hann eisini ein snidlingur, tá býtast skuldi.
Sum prestur segði á kórgáttini: Hann var góður við sína familju, og skuldi gerast eittog annað, var hann altíð klárur. Ja, hann bygdi enntá land.
Guggan og John bygdu sær summarhús í Turkalandi, og tá slappast skuldi av, var fariðavstað til Kemer. Har hava vit, familjan og vinir notið manga hugnaliga løtu saman. Eittvar við John. Honum dámdi sera væl at hava nógv fólk rundan um seg.
Hann hevði eina fasta mannagongd at byrja dagin við í summarhúsinum: ??t í havan, setastvið borðið og eta jogurt, so bleiv bókin opnað og lisið varð. Har kundi hann sita oglesa eina góða løtu, áðrenn dagurin bleiv lagdur til rættis.Og í hesum stóli og staði, sum hann elskaði so nógv, skuldi hann eisini doyggja.Skrivast og sigast um ævisøguna hjá svágrinum John, kann lættliga ongan enda fáa.
Góða Gugga og familjan. Lat okkum halda áfram í lívinum. Vit hava so nógv góð minnir umJohn, sum vit kunnu minnast! Og fara vit eisini at tosa um tað góða hann var fyri síni,fyri felagið J&K og ikki minst fyri Føroya land.
Hvíl í friði góði John.
Elian
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald