Jóansøka 2021- setan
Góðu tvørafólk, góðu
suðuroyingar, góðu jóansøkugestir. Tað er mær ein sannur heiður at sleppa at
seta jóansøkuna í ár.
Í einari yrking tekur
skaldið Poul F soleiðis til:
Føroyar , mín móðir,
títt signaða navn í hjartanum rúnarrist stendur, títt sorgblíða bros, títt
mjørkaloft dró tín son sjálvt við sólgyltu strendur
Um tú var alt bjart,
sum eg hugsa mær kann, ein blóma frá paradís strondum, ein perla mót øllum í
heiminum var, ja valdaði ríkjum og londum.
Tá kvað eg tær kanska
eitt stoltari lag, eitt kvæði av brimdun og toru, men kundi ei elska teg hægri
enn nú, mítt friðlýsta heim móti norði
Tvøroyri, eg var ein
av teimum, sum blaðungur fór út um landoddarnar at nema mær útbúgving, og eftir
nøkur ár vendi eg aftur higar at arbeiða í skúlanum, heili 42 ár og tey 27 í
skúlaleiðsluni. Tað hevur verið mær ein gleði at vera við til at lyfta
skúlaskapin her á staðnum upp á eitt nútíðarstøði, og tað hava verið so mong góð
ár saman við børnunum og teimum ungu, ásannar man nú, meðan man ofta situr og
hevur ov mikið av tíð til at hugsa um teir dagarnar, ið vóru.
Mær rennur í huga
fyrstu jóansøkuna, tá ið man sum útiseti kom heimaftur. Tað var í 1967, og
TB-húsið úti á Sevmýri varð tikið í brúk fyri fyrstu ferð, og kom TB-húsið at
verða eitt savningarstað fyri ungdómin tey næstu 40 árini. Okur vóru so nógvir suðuroyingar, ið komu
heim í feriu tá, at okur mannaðu lið at spæla ímóti fyrstaliði hjá TB undir
navninum ÍF-Føroyar. Tað var ein góður dystur, og TB vann 3-2. Mangan havi eg
peikað á steypið í skápinum í TB-húsinum og sagt við dreingirnar, at hatta havi
eg tapt, men teir skiltu ikki rættiliga samanhangin.
Jóansøkan er
ikki bara ein stevna, men hon er ein altjóða hásummarstevna, sum er til at hátíðarhalda Jóhannes doyparan,
sum nevndur á enskum John the Baptist, á donskum Johannes Døberen og á
føroyskum Jóhannes doyparin. Men í Danmark er tað
blivið til Skt Hans og í Føroyum jóansøka.
Hans og Jóan eru bæði nøvn, ið eru komin av Johannes, sum var júst hálvt ár eldri
enn Jesus, og tí er jóansøkudagur 24. juni.
Aldargamla ólavsøkan varð hildin í Havn, og har var
Løgtingið, og tað at fara til Havnar ta einu ferðina um árið var tí gomul
siðvenja. Man steðgaði so í nakrar dagar, og tað er klárt, at teir dagarnar var sannur veitslurómur.
Fyri gott hundrað árum síðani troyttaðust reiðararnir
her suðuri av hesum, tí tað var hásesong fyri fiskaturking, og so varð skipað
fyri ólavsøku her á Tvøroyri í 1923, men bara 2 ár seinni, í 1925, varð stevnan flutt til
hásummarsdagin 24. juni og so av praktiskum grundum aftur seinni til nærmasta
vikuskiftið við 24.
??lavsøkan er ein
norsk hátíð, men verður ikki hildin aðrastaðni enn í Havn og í einstøkum pørtum
av Noregi. Jóansøka er hinvegin eitt globalt fyribrigdi, ein altjóða hátíð í
kristna heiminum.
Um
hetta er tilvild ella tilvitað, at teir her hava valt at halda jóansøku, er
óvist. Men fara okur gott hundrað ár afturí tíðina, so var Tvøroyri tað plássið
í Føroyum, ið var tættast knýtt til grannalondini og suðureuropa við
handilssambondum, farma- og ferðafólkaflutningi, og ávirkanin uttaneftir var
týðulig ??? og her kann man tosa um globalisering, langt áðrenn hetta kom upp á
móta.
Í dag er heimurin ein
alheims bygd, ein global bygd, og øll vita alt um alt og síggja alt báði úti og
heima. Heimurin hongur saman á ein annan hátt, og okur eru ein partur av honum.
Okur kunnu velja at avbyrgja okum, ella okur kunnu velja tann opna
samarbeiðsvegin, og hesin man vera tann hollasti, tí ikki ber til at eksistera
sum eitt pinkufólk, ein ministatur. Okur eru bundin av samhandli og samstarvi
við onnur, og tað ber ikki til at sleppa hesum niður við borðinum. Okur eiga eisini
at verða opin og gestablíð og fús til at rætta eina hond at hjálpa sjálvt
burturi í fjarskotnum londum, annars enda okur sum eitt fátækt fólk mitt í okra
materiellu vælferð.
Mentan og hugburður
eru virkin, dynamisk, fyribrigdi og yvirliva bara av ágangi og ávirkan, og
byrgir ein mentan seg inni, so fúnar hon og doyr burt so líðandi. Bara við at
menna, bøta um og endurnýggja tað eyðkenda føroyska, so varðveita okur okum sum
serstøk tjóð, sum føroyingar
Í ítrótti gingu
okur undan, og TB varð stovnað í 1892 og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag í 1934, og
fyrsti báturin til kappróður burturav, Suðuroyingur, varð smíðaður í 1933. Hann
er til enn.
Á
jóansøku er kappróðurin ein fastur og siðbundin táttur, og í dag er at fegnast
um, at ungdómurin her spennir seg út, og klárar seg heilt gott. Tað er eisini
gleðiligt at hoyra um tær stóru og forvitnisligu ætlanirnar, ið nú eru lagdar
til rættis til tess at skapa góðar, innbjóðandi og kveikjandi karmar um
kappróðurin, og vónandi tekur ungdómurin ímóti hesum við dirvi og áræði og fer
at vinna sær glæsilig úrslit.
At
brenna bál á miðsumri er væl eldri enn kristindómurin, og kristna høgtíðin varð
bara løgd oman á gomlu heidnu hátíðina á hásumri, og fylgdu fleiri gamlir siðir
við, m. a. jóansøkubálið.
Eldurin
varð hildin at verja ímóti óndum kreftum, bæði menniskjaligum og nátturskaptum,
og aðrastaðni í Europa ??? ikki í Føroyum ??? er tað komið fyri, at fólk, serliga
kvinnur, vórðu dømdar fyri gand og bornar á m.a. jóansøkubálið. Samanborið við
restina av Europa hava Føroyar ikki eina so myrka miðøld, og tær stóru
heksaforfylgingarnar, sum fóru fram í Europa og hava verið ein skammblettur á
katólsku kirkjuni líka síðani, komu ongantíð til Føroya.
Jóansøkan
er gleðisstevnan burturav, tí tá fáa skúlarnir frí, og pisurnar eru klaktar,
umframt, at nógvar aðrar útbúgvingar enda sínar próvtøkur.
Tað
hevur verið siðvenja, at ungdómurin tysur á jóansøku at halda sær á gleimi og
at feira endaligu próvtøkurnar. Tó hevur ein ávísur tónleikafestivalur líkasum
tikið eitt sindur burtur av fólkinum, ið
natúrliga átti at farið á jóansøku, og er hetta spell. Tað er kanska yvirdrivið
at siga, at festivalarnir yvirskugga summarstevnurnar. Vist er tað, at Voxbotn
hevur ikki verið góður fyri jóansøkuna, men í ár er kortini eingin kapping
haðani.
Nú
í summar fyri 52 árum síðani setti fyrsta menniskjað fótin á mánan, og okur sóu
fyrstu ferð myndir av jørðini í frástøðu. Tað sló ein, hvussu ómetaliga vøkur
hon er og eisini so skroypilig og viðbrekin.
Somuleiðis
hava okur hetta seinasta árið fingið áminning um, hvussu skroypiligar
lívsumstøðurnar eru, um okur ikki ansa væl eftir og eru á varðhaldi. Okur hava
verið tvungin í einsemi og frástøðu, men okur eru skapt til felagsskap og at
vera um hvønn annan, og tí skulu okur halda jóansøku, stevnuna fyri ljósinum
við gleði í hjørtunum í felagsskapi um alheimin, um friðin, um okra felags søgu
og um søgurnar, ið verða skaptar og útlivaðar hesa jóansøkuna.
Karsten
Hoydal sigur í einari av sínum yrkingum:
Fon
á ferð í mold eitt stokkut bragd funnust vit, og alt var ljóst og eldað,
geislaði min sál sum tinna í sól, innan í mær sungu hav og kelda
Við
hesum orðum lýsi eg jóansøkuna 2021 at verða setta.
Góða
jóansøku!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald