Politikkur

Jóhan Eli Poulsen spyr Jenis av Rana um shipping og dekkara útbúgving

...

2020-12-14 15:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jóhan Eli Lyngvej Poulsen
løgtingsmaður

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a

Fyrispurningur um shipping útbúgvingar og dekkara útbúgving, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)

1. Er nøkur ætlan um at skipa fyri shipping útbúgving í Føroyum?

2. Um ja, hvørjar og undir hvørjum útbúgvingarstovni?

3. Er nøkur ætlan at endurskoða dekkara útbúgvingina (skipsatstøðara)?

Viðmerkingar:

Shipping vinnan er alsamt vaksandi í Føroyum. Hagølini vísa, at hon er okkara triðstørsta vinna, hvat útflutningsvirði viðvíkur, við umleið 11% av útflutningsvirðinum. Herfyri var fyrilestur á Vinnuháskúlanum um shipping vinnuna, og har kom týðiliga fram, at um Føroyar skulu hava nakran kjans at vaksa og menna hesa vinnuna enn meir, mugu vit undir at útbúgva fólk til shipping vinnuna.

Vit hava í dag dekkaraútbúgving, sum saman við siglingartíðini gevur fólki møguleika at søkja vinnubræv sum fulltikin skipsatstøðingur. Trupulleikin er tíverri, at ov fá velja útbúgvingina, og fleiri, ið hava drúgvar royndir á sjónum, men ikki søktu um sjóvinnubrævið í tíðarskeiðinum, tá útbúgvingin ikki varð kravd, vilja ikki seta seg á skúlabonk meginpartin av einum ári. Tú kundi til dømis tikið førleikarnar, ið fólk longu hava í dag, við í útbúgvingina, og soleiðis skipað fyri einum skeiði á alnótini í eitt tíðarskeið og uppmøting á skúlanum í eitt styttri tíðarskeið. Tað er ein sannroynd, at talið av fiskimonnum er støðugt minkandi, og tískil kundi tað verið skilagott at førleikament fiskimenn til skipsatstøðingar.

Á Løgtingi, 14. desember 2020

Jóhan Eli Lyngvej Poulsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder