
Jóhan Eli L. Poulsen setti bygdarstevnuna, sum er í Hvalba í vikuskiftinum.
Góðu Hvalbingar, góðu sóknarfólk, góðu gestir og áhoyrarar, tað er mær ein æra at skula seta bygdarstevnuna í ár 2021.
?? fjør var eingin bygdarstevna orsakað av koronaini, ið herjaði um landið tá, men nú er lukkutíð komið so væl áleiðis við at koppseta at man trygt torir at loyva fólkum at savnast í størri fjøldum.
Árið 2020 varð eitt lagnuár fyri okkum í sóknini, hvør minnist ikki sjónina, ið vit vaknaðu til mánaðarskiftum februar/mars, grótkastið á Hamranesi var hoknað undan nógva briminum. Og tað blaðaðist bara meir og meir av tí, sum dagurin leið. Mong máttu tey vera, sum við táravættum eygum eygleiddu hesar stóru kreftir, ið vóru upp á spæl. Kvøldið og náttina fyri gingu menn frá bjargingarfelagnum úti til alljósan morgun fyri at bjarga tí, ið bjargast kundi av ymiskum, eitt nú flakin hjá Bakkafrosti í Nesi og ikki minst at fáa opnað vegin út í Nes aftur. Vegurin út í Nes var tildekkaður við rørum, ið leiddu vatn úr nýggja tunlinum, soleiðis at ikki varð hugsingur um at sleppa um vegin. Bygdirnar lógu eisini í streymloysi hesa tíðina, so ilt var at síggja, hvussu álvarsamt alt var í bølamyrkrinum.
Morgunin eftir, tá ið lýsti fyri degi, sást, hvussu støðan var, tað sá út, sum at ein bumba var slept yvir bygdina. Bátar, neyst, byggitilfar og ymiskt annað lá slødd um alla mølina og sandin. Bæði grótkastið í Nesi og tað á Hamranesi høvdu fingið stóran skaða.
Men ein glotti var í øllum hesum. Kommunan skipaði fyri rudding, ið var sera væl fyriskipað, saman við bjargingarfelagnum. Tað var næstan ikki tað fólk úr bygdunum, ið ikki luttók í ruddingini. Tað gingu bert fáir tímar, so vóru øll tey smáu sporini eftir illveðrið ruddað av vegnum. Fólk samlaðust í Roynhøllini til ein bita, og stemmningurin var góður millum fólk. Hóast tey vóru vælvitandi um, at ein tung tíð lá fyri framman hjá kommununi.
Men hvat lærdi hettar illveðrið okkum?
Annað enn at:???Ongin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir???. Jú, vit lærdu um styrkina og týdningin av samanhaldi. Vit sóu, hvussu týðandi samanhald er, og hvussu væl vit standa saman her í sóknini.
Vit eru tvær bygdir og ein býlingur, men saman eru vit ein sókn.
Bóltfelagið Royn er ein av teimum stóru aktørunum, tá ið tað kemur til samanhald og felagslív. Eldsálirnar handan Royn hava ár undan ári skipað fyri ymiskum tiltøkum, ið savna fólkið. Vit kunnu nevna bygdarstevnuna, Roynballið, nátaballið, bingo, basarar og nógv onnur tiltøk. Tiltøk, ið hesi fólk púra ósjálvsøkin hava skipað fyri, bæði sóknarfólki og gestum til gaman. Mangan havi eg hugsað, tá ið okkurt vælskipað tiltak hevur fingið lítla undirtøku, hví tíma hesar eldsálir at blíva við? Svarið er ivaleyst: At tey brenna fyri Royn og sóknini, og at tey trúgva upp á tað. Og tað skulu tey hava stóra tøkk fyri.
Framtíðin sær bjørt út.
Nýggjur stásiligur bátahylur er gjørdur, tað manglar bert at leggja bátabrúgvarnar út, so er hann klárur at taka í nýtslu. Tað eru mong, ið gleða seg til tað, og ikki er tað so serliga leingi at bíða til tað.
Eisini verður farið undir at umvæla krumtapshúsan í sóknini nú ein av fyrstu døgunum, soleiðis at Hvalbiar havn aftur er trygg at nýta í øllum veðri. Eg kann ikki lata vera við at breggja mær av, at tað er eydnast mær, við góðum stuðli, at fáa nakrar krónur í hjálp frá landskassanum. Soleiðis at kommunan ikki púra einsamøll kemur at standa við hesi stóru rokning.
Bjargingarfelagið hevur í eina tíð arbeitt við at gera stórar umvælingar í Agnavík, soleiðis at loftið kann leigast út. Hesi snotuligu hølir koma uttan iva at draga nógvar gestir, ið koma at ríka um bygdarlívið, til bygdirnar.
Nýggi Hvalbiartunnulin letur upp næsta leygardag, vit kunnu næstan syngja um 8 dagar letur tunnilin upp, tað verður ein heilt nýggjur heimur, ið letur seg upp fyri okkum. Teir møguleikar, ið nýggi tunnilin gevur okkum, eru so nógvir, at bert hugflogið setir mørk. Flakavirkið verður nú loksins at kunna arbeiða uttan avmarkingar, og kemur hettar uttan iva at geva okkum enn meira pening í kommunukassan, ið allar helst er hungurstungin í løtuni.
Og snakka ikki um tann lætta, ið tað verður at kunna koyra norður til Hvalbiar uttan at noyðast at víkja inn á hvørt einasta møtipláss, soleiðis at túrurin verður styttur úr einum saltfiskatúri til ein útróðrartúr.
Men vandi er í hvørjari vælferð, tað vita vit. At nýggi tunnilin er snøggur og hart til trongdur, er ongin ivi um, men harmiligt er, at vegirnar báðumegin eru so út av lagi vánaligir. Trongisvágs megin kunnu vit nokk liva við til næstu fíggjarlóg,med nød og næppe. Verri er hesu megin, tá ið vit eina ferð eru komin skinklandi út eftir krókuta vegnum, um vit ikki eru tikin fyri promillukoyring, møta vit einum vandamiklum svingi úr Nesi. Eru vit heldig, at ongin kemur av tí vegnum, skuldi man trúð at sloppið var, men so er ikki. Tá møta vit tveimum skeltum mitt á einum rulluportri, ið enn eina ferð minna okkum á at taka ein dag í senn.
Eg havi fyrr í skemti sagt, at eg ivist í, um eg tori at koyra eftir nýggja vegnum, um eg nú detti út í aftur. Tá tað er sagt, vil eg siga, at eg koyrdi aldrin fullur. Nú skal eg ikki tosa tunnilin niður, hettar er bert fyri at leggja dent á, hvussu umráðandi tað er at gera verkætlanina lidna. Og eg veit, at hettar eisini er nakað, ið vit øll standa saman um.
Gleðiligt er eisini at privatir hava tikið stig til at fara undir at byggja íbúðir her í Hvalba. Tað er stórur áhugi at búsetast her í bygdini, tí er tað umráðandi, at fólk veruliga fáa møguleikan. Eg fari at ynskja teimum og okkum allar bestu eydnu við hesi verkætlan.
Ná, nú havi eg verið víða um, so eg má taka aftur í tráðin, ið eg byrjaði við. Týdningin av samanhaldi og eldsálum.
Vit hava mangar faklar her í sóknini, tað manglar bert at seta eld í teir. Tað eru eldsálirnar, ið seta eld í hesar ungu faklar, ið koma at seta eld í teir komandi. Sum tað stendur á minnissteininum her um Jens Norðberg undangongumann og eldsál, Præd,11:4 ???Tann, ið altíð hyggur eftir vindinum, kemur aldrin at sáa, og tann, ið altíð hyggur at skýggjunum, kemur aldrin at heysta???. Hesi orðini kunnu vit nokk øll sanna, men ofta eru tað eldsálirnar, ið liva eftir teimum.
Samanhald ger okkum sterk, so mikið sterk, at um vit standa nóg væl saman, kann onki slíta okkum sundur ella koppa okkum. Men umráðandi er, at vit ikki blanda leir og jarn saman, tí tey samtykkja ikki. Tí heiti eg á Royn um at spæla fótbólt á vøllinum og onki annað enn tað, hitt hoyrir ikki heima inni á vøllinum
At standa í Roynhøllini og syngja, Hvalba er bygdin, ið mær dámar best, vekir nakrar serligar kenslur. ??ll reisast og hava hendurnar saman, eins og tá ið tjóðsangurin verður sungin. Tá ið endareglurnar ???tú er tann vakrasti blettur á fold, og hjá tær vil eg verða lagdur í mold??? verða sungnar, fella fleiri sangarar frá, tí klumpur er í hálsinum. Hettar er eitt tekin um, hvussu sterkt samanhaldið og harvið alskurin til bygdina er.
Eg fari her at enda at takka Royn fyri teirra ótroyttiliga arbeiði samanhaldinum til frama, og eisini fari eg at takka kommununi fyri teirra góða arbeiði fyri samanhaldinum umframt øllum øðrum.
Samanhald er lykilin.
Við hesum orðum fari eg at lýsa bygdarstevnuna 2021 at vera setta.
Góða bygdastevnu og Jesus fylgi tykkum.
Jóhan Eli Poulsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald