Røða fyri Jógvan Telling á heiðurskonsert 27. Februar 2016
Jógvan
Telling er ein sannur 1000 kunstnari
Jógvan
Telling er ein ómetaliga produktivur tónleikari, sum hevur ríkað okkum við
sangum og løgum í hópatali. Nógv meira enn vit vistu. Túsund tøkk fyri henda stóra skatt. Eg vóni
at henda heiðurskonsertin í kvøld verður startskotið til tað innsavningar- og
skrásetingarbeiði av tónleiki Jógvans, sum er so átrokandi. Og vit hava av
sonnum fingið brellbitar, sum muna í kvøld.
Góði Jógvan. Sum forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar
Býráðs vil eg fegin bera tær heiðursgesti í kvøld eina tøkk og eina kvøðu, og
eisini takka øllum stigtakarunum og tónleikarunum handan hesa heiðurskonsert.
Eitt
gullnám av tónleiki
Tað liggur tað eitt gullnám av tónleiki eftir teg Jógvan
á vinyli, á kasettubondum, í arkivum og goymslum, sum vit vita alt ov lítið um. Kvøldið í kvøld hevur verið ein fantastisk
ferð gjønum tín laga- og sangskatt.
Tú hevur skrivað nógv løg, sum vit dag og dagliga
syngja og lurta eftir, men sum vit ikki vistu vóru tíni. Leikandi lættur,
melodiøsur og sera fjølbroyttur tónleikur.
Jógvan
er ein sannur 1000 kunstnari ??? kann mann siga.
Jógvan Telling Joensen er Havnarmaður, føddur í 1947,
og hevur alt sítt lív verið av virknastu tónleikarum, tónasmiðum og sangarum. Í
1993 varðst tú kortini nógv darvaður av
einum álvarsomum blóðtøppi.
Tá ið tú vart í vælmaktini, varð ikki so vanligt við
live-konsertum. Tú búleikaðist í nógv ár í Danmark, men tað var eingin avmarking.
Í útvarpssending frá 2014 sigur Súni Merkisstein soleiðis, at í 70unum og
80unum var Jógvan Telling ?????tisetarøddin í útvarpinum???. Nógv spældur, men kanska
ikki líka nógv sæddur. Skjótur, hvassur og eisini stuttligur.
Tú viðurkendi
ongar avmarkingar, og sum dømi kann nevnast, at á útgávuni ???Við Jógvani í
Kátuvík??? syngur tú og spælir øll ljóðførini sjálvur.
???Meg minnist eina mynd, Skiparin lítli, Skúmbananir,
Katrin býr á Strondini, Fríggjarafarið, Lívið er ein kabal, Nú seta tey á
teymarnar, Suður við Smyrli, Klettar eru høgir, Stilli er, Pápi Sjúrða, Mær
dámar bjór, Hønan skrukkar, Ríða Edeling, Samgongan, Skálafjarðarsangurin,
fjølbroyttur kabaretttónleikur, tættir og vísur, kórsatsir, hvøss tónleika satira og ikki at gloyma
avrikini í Harkaliðnum, sum jú er ein av virknastu og kendastu tónleikabólkum
úr Havn. Alt hetta er frá tínari hond, og eg kundi hildið fram.
- Sangir og tónleikur, sum hevur sett sín dám á barnauppaling,
felags sang, veitsluhald, skemt og álvara og mentanarlív í áratíggju. Tøkk fyri
tað!
Nógv skøld hava givið Jógvani Telling íblástur til at
skapa tónleik ??? og afturfyri hevur Jógvan Telling blást nýtt lív í teirra skaldskap,
bæði skaldskap av manna munni og skaldskap hjá eitt nú Pól F, Hans Andrias
Djurhuus, Gunnari Hoydal, Oskar Hermanson og øðrum.
Góði Jógvan Telling. Ein hjartans tøkk frá Tórshavnar
Kommunu fyri alt tað, ið tú sum virkin tónlistamaður úr Havn hevur skapað og
avrikað.
Vit ynskja tær alt tað besta, og vóna at tað fer at eydnast
at skráseta og geva tónleikaverk títt út
til gleði fyri bæði okkum og komandi ættarlið.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í
Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald