Mentan

Jógvan í Loftagrund

...

2016-01-04 19:17 Author image
placeholder

Týskvøldið 5. januar kl. 20:00 verður Loftagrund karmur um tað fyrstu av teimum 6 útgávukonsertunum hjá Jógvani Joensen. Spildurnýggja EP útgávan hjá Jógvani, "Love That You Love", kom út tann 3. desember 2015, og hesa vikuna ferðast Jógvan saman við sínum tónleikarum kring Føroyar, fyri at vísa nýggju fløguna fram á palli. Tónleikararnir, sum upptraðka saman við Jógvani eru:

Andreas T. Restorff, cello
Maria Ljósá, sang
Per I. H. Petersen, slagverk

Kostnaðurin fyri atgongumerki er einans 100,- og kann keypast við dyrnar ella við at kontakta Loftagrund.

Vegna Vága Tónleikarafelag



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder