Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, harmast um tað, Kristinu Háfoss, løgtingskvinna, skrivaði á Facebook, har hon skírdi avgerðirnar í løgtinginum fyri at vera ódemokratiskar
Løgtingformaðurin vísir á, at Løgtingið steðgaði allari viðgerð tann 12. mars eftir timæli frá heilsumyndugleikunum.
Men í tveimum umførum hevur eitt einmælt løgting samtykt alneyðugar hjálparpakkar til fólk og vinnulív.
Áðrenn vit gjørdu hetta, samdust fyrst vit í formansskapinum um, har allir teir stóru flokkarnir eru umboðaðir, eisini flokkurin hjá Kristinu - at vit skuldu gera, sum gjørt varð í øllum parlamentunum í grannalondum okkara, at vit orsakað av smittuvanda ikki skuldu vera fleiri enn góður helmingurin, 20 tingfólk, til fundin, soleiðis, at um illa vildi til, og øll máttu í sóttarhald aftaná, at tað so bar til at manna eitt ting við restini av tingfólkunum og nøkrum varafólkum aftrat!
Allir tingbólkaformenninir høvdu eisini fund við meg sum løgtingsformann, har vit samdust um, hvussu alt skuldi fara fram, eisini hvussu talitíðirnar skuldu vera.
Allir flokkar kendu eisini málini væl frammanundan, og allir flokkar vóru (stórt sæð) samdir um tey!.
So nú at tosa um ódemokratiskar mannagongdir o.s.fr. er ikki rætt, og tað harmar meg, at hetta verður lagt soleiðis út á facebook.
Alt er gjørt í ramasta álvara, orsakað av smittuvanda, og eitt einmælt Løgting stendur aftan fyri avgerðirnar.
Sjálvandi fer Løgtingið ikki at arbeiða upp á henda mátan leingi - og tí liggja eisini framvegis eini 60-70 mál og bíða eftir okkum!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald