Mentan

Joen Pauli Joensen helt røðu á fólkafundi á Vestanstevnu

...

2015-07-14 13:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Um at virða virði við tolsemi.

Jóan Pauli Joensen

Røða hildin á fólkafundi á Vestanstevnu í Sandavági 12. Juli 2015

Havi fingið tann heiður at halda røðu her í dag. Eg havi valt at tosa er um virði ??? ella lívsvirði, sum eru leiðreglur ella ýti í lívi okkara. Eitt nýføtt barn er eitt óskrivað blað, men við ílegum, sum ger tað ført fyri at læra og taka til sín. Tilvitandi og ótilvitandi læra vit tey virði, sum foreldrini fyrst av øllum leggja niður í okkum. Um hvat er rætt og hvat er skeivt. Um hvat vit kunna gera og tað, sum vit ikki skulu gera. Um hvat vit skulu halda og ikki halda.

Umframt tað, sum foreldrini leggja niður í børnini, so læra tey eisini aðrastaðni um tað. Í dag er tað serliga í barnagarði og í skúla. Alt frá gerandisligum lutum, sum at vera reinligur og ruddiligur, at sita pent til borðs og hvussu ein skal verða í samskifti við onnur børn og vaksin við.

Tey fyrsti virðini vit læra eru einføld, men fundamental, og tað eru tey, sum gera okkum til rímiliga siviliseraði menniskju. Seinni verða virðini meira samansett og vit læra at taka til okkum hugmyndir bæði um tað samfelag, sum vit liva í. Vit læra at elska og virða, og hvat vit skulu trúgva, men eisini um tað, sum vit ikki vilja hava nakað við at gera, ja kanska beinleiðis hata. Men virði broytast eisini sum tíðirnar broytast og vit við teimum.

Børn læra um virði í tí práti tey hoyra heima við hús og rundan um borði, tí børn sita undir hvørjum orði. Børn læra eisini virði í teimum sangum tey læra at syngja, bæði um mammu, heimið, um at ganga í barnagarð, um bygdina, um søguna, um móðurmálið, um flaggið og alt tað sum ger okkum tilvitað um, hvørji vit eru. Kristin virði og kristin siðaarvur er meira ella minni ein partur av okkum øllum. Nógv av hesum er so sjálvsagt, at vit ikki hugsa um tað. Tað er bara so.

Gjøgnum alt lívið repeteraði vit virðini og minna okkum á tey, samstundis sum vit menniskju eru soleiðis háttaði, at tey flestu av okkum eisini duga at hugsa sjálvi og at ivast. Ivin er tann partur av okkum , ið kann hjálpa okkum til sjálvrannsakan og at koma til egnar niðurstøður um lívið.

Vit hava fleiri amboð, sum læra okkum virði. Tak nú eina bók sum Songbók Føroya fólks. Síðani hon kom út á fyrsta sinni í 1913 hava sangirnir í hesi bók endurskapa okkara samleika og nøkur av teimum ???føroysku??? virðum, sum vit byggja á. Eitt nú syngja vit, at ???Trúfastur altíð var maður, vildi ei bróta sítt orð, í vertskapi fróur og glaður, við egið sum við annans borð. Ei vin í neyð teir gloymdu, æran var teirra mið, og hana so væl teir goymdu alt eftir norðmanna sið.??? Ella ???Tá stongd var ei bóndans stova, um ókunnugt fólk kom á leið, men rómastampur í kova og válgarin spardist ei. Tann sum av lítlum var argur, varð hildin fyri spott, tann sum var ræddur og kargur fekk mangan ótelgdan tátt???[1]

Vit læra at virða upphav okkara. ?????ra skalt tú faðir tín, æra skalt tú tína móðir, so tær fylgi signing mín.???[2] Vit hava sangir, sum minna okkum á, hvussu gott tað er at liva í Føroyum: ???Hvørjum man tykjast vakurt hjá sær, vakrast í Føroyum tykir mær. Tað er so vakurt í Føroyum at búgva",.[3] men lívið er ikki bert at liva, tað má eisini vera okkurt serstakt, sum nemur við okkum . Hvør mann ikki onkuntíð ??? í góðum hýri ??? hava trivið í Poul F.: ???Vit eru føroyingar serstøk tjóð, við felagslagnu, eitt felags blóð, og felags minni, so mong tú finnur úr tíðarflóð.???[4]

Eitt skald sum Mikkjal á Ryggi hevur dugað so ómetaliga væl, at gjørt alt lív bæði á sjógvi og landi virðismikið, so gerandissøgan verður tvinnað upp í alt tað lív, sum vit liva ella í øllum førum livdu einaferð. Okkurt av hesum er ikki longur, men tað ger minni, vit geva øllum tí, sum farið er, lív aftur í sanginum. Kanska siga hesir sangir ikki teimum heilt ungu tað sama, sum teimum, sum nú eru í búnum aldri. men verða teir sungnir, sangirnir, so fáa teir aftur nýtt lív og skapa eina hugmynd í fólki. Tað ber altíð til at taka afturí aftur tað, sum einaferð var, og leggja tað í medvit og minni okkara. Elsti núlivandi føroyingurin Teodor Thomasen í Sørvági, segði hetta so væl, tá eitt blaðfólk spurdi hann, hvat hann gjørdi um dagarnar. ???Eg rógvi út í huganum???, segði hann. Tað er júst tað.

Hvussu nógv av okkum liva ikki í huganum. Tað, sum farið er, tað andar, eins og tey, sum eru farin undan okkum halda áfram liva í huganum hjá teimum, sum minnast tey. Í huganum er kanska tað mesta lívið hjá mongum. Søgan, serliga tann sagda søgan, gevur tíðini skap, so vit kunnu reka aftur á aftur, tá vit hava tørv á tí í friðarligum løtum, tá vit sita og hugsa.

Tað eru virði, sum hava størri týdning fyri okkum enn vit gáa eftir ??? vit kunnu kalla tey kjarnuvirði. ??ll vita týdningin av hesum. Føroyingar hava t.d. í fleiri mannaminni verið eitt sjófarandi fólk, og tí hevur havið ella sjógvurin nógv at siga fyri okkum, og verður virt meira enn so nógv annað, ikki bert av sjómonnunum sjálvum, men eisini av teimum, sum vara av teimum, sum eru á sjónum. Tí kunnu vit øll syngja saman við Jacob Dahl: ???Havið sang yvir mær vøgguljóð, brimið meg ruraði í blund, síðan eg elski at ferðast um sjó til mína síðstu stund.???[5] Somu virði finna vit eisini í nýggjari sangi, sum tá vit í veitslulagi syngja ???Leið meg enn einaferð út á dekkið. Lat meg ganga tað seinastu vakt, lat meg stýra tað seinasta strekki, áðrenn skipið til kai hevur lagt.???[6] Vit kundu nevnt nógv fleiri sangir av slíkum slag.

Lívsvirði eru eisini at finna í tí, sum vit koyra í munnin. ???Í øðrum londum tey gera mat, sum rætt og slætt kann kallast evja; ???Týskar klumpar??? og ???franska sós???, og mangt og hvat tey saman vevja. Eg skerpikjøt og rikling vraki ei, gev mær bara tvøst og spik og seið, gásin væl gødd og seyðarhøvd, tað er tann kostur í mær dámar.???[7]

Tað var ein tíð, tá tað var ómansligt at tosa um mat ??? um skerpikjøt kanska, men ikki um annað. Tað kundu danir gera, varð sagt, men eisini her er broytt. Í nýggjum skaldskapi verða hesir virði, sum liggja í mati okkara drigin fram. ???Gott er her á Føroya landi, fáur mann ivast um tað, og leitaði tú víða, tú fanst neyvan betri stað. Vit føroyingar ynna landi frá fjøru til fjallatind. Ikki fæst ein smakkbetri biti enn seyðarhøvd, spik og grind. Hjallurin er á sjónum ??? ein gáva úr Skaparans hond. Hon evnaði mørin í fólki, sum búleikast her á strond.???

Men ásannar skaldið M. C. Restorff at enda, tá hann syngur, at ???Henda tíðin er nú farin, og vit leggja á annan bógv. ??r útheimi koma árin, sum broyta lívsvirðini nógv. Vit føroyingar ynna landið, sum depil í hesi verð. Merkið fólkinum nú veittrar, ver ansin um ilt er á ferð. Kom, leggi iðin eftir at verja mikilsverd mál, so lívsdygdin altíð er eyðsýnd í Føroya fólksins sál.???[8]

Lívsvirðini broytast og vit broytast við teimum. Tað, sum fyrr var so einfalt er við tíðini vorðið alt meira kompliserað. Tann fyrsta tjóðskaparkenslan var, áðrenn loysing og samband var uppfunnið, ein gleðisrúsur, sum øll tóku lut í. Men so kom politikkur uppí og alt kom at verða verri at greina, samstundis sum samfelagið eisini broyttist. Nú er tað so nógv at taka støðu til um samfelags viðurskifti, sum eru annað enn tjóðskapur, eitt nú, tá Frændir syngja: ???So eiggilig og gomul hon teskar: Barni mítt, eg vildi, at mítt ríkidømi so væl var býtt, ímillum tey, sum búgva her í Føroyum, ímillum tey, sum búgva her í Føroyum, so javnt millum føroyingar Føroyar???.[9]

Í sangurin ???Eg var føddur í hesum landi??? verður ikki bert tosað um at býta ríkidømi javnt millum føroyingar, men at frælsi eisini hevur stóran týdning???Má frælsi vera tín arvur. Ein gáva ómetalig dýr.???[10]

Her er ein politiskur boðskapur, sum vit kenna aftur í politiskum retorikki og teimum lívsvirðum, sum tey, íð eru til høgru politiskt, og tey, sum eru til vinstru politiskt, ikki altíð eru samd um. Politikkur er fyrst og fremst eitt stríð um virði, bæði konkret materiel og andalig.

Í Danmark tosa tey um ???værdidebatt???, og um donsk virði at halda seg til í politikki. Vit kunnu eisini tosa um, hvat er av føroyskum virðum. Politikkur snýr seg um virði, men í dag eru virði fyri tað mesta tvinnað saman við pengum. Tað eru tey, sum halda, at pengarnir liggja best í lummanum hjá tí einstaka og hjá privatum virksemi, í trúnni uppá at fólk eru skilagóð og fara at brúka peningin á ein hátt, so at hann kemur øllum til góðar ??? so ella so. Kortini so, at tað samsvarar við teirra egnu fatan av, hvat pengar skulu brúkast til. Tey vilja, at tað almenna skal umsita sum minst av peningi og skatturin skal vera so lítil sum møgulig og helst ikki meira enn til tað, sum er neyðugt fyri at stýrið í landinum skal kunna fungera ??? ella at tað fungerar, sum tey vilja hava at fungera.

Tað eru tey, sum fyrst og fremst vilja hava tunlar og binda landið saman ??? einki ilt um tað, tvørturímóti, meðan onnur vilja raðfesta eitt betri heilsuverk, sum í besta føri kann gera okkum frískari ella í øllum førum hjálpa og linna. Tað eru tey, sum heldur vilja gera íløgur í tey hørðu virðini enn í tey bleytu, eitt nú í kunnleika og mentan, verður sagt.

Men eitt er vist, neyðugt er at velja, hvat skal raðfestast, tí at trupulleikin er tann, at peningavøksturin millum fólk ikki veksur í sama mun, sum tað veksur, sum krevur pengar. Tað legst jú javnt og samt so ómetaliga nógv afturat tí, sum vit kunnu keypa fyri pening. Fólk kunnu t.d. ikki longur liva uttan at tey hava eina fartelefon ella ein i-pad í hondini og íhaldandi samskifta við onnur so tey næstan ikki hava stundir at tosa við tann sum situr við síðuna av. Tá eg var smádrongur fór alt samskifti av slíkum slag um telefonstøðina, tí tað vóru bert einstøk fólk sum høvdu telefon. Nú ganga sjálvt smábørn við fleiri túsund krónum í hondini, sum eru lagdar í ein i-pad. Hava tey ikki tað, so koma tey ikki upp í part, men eru vorðin marginaliseraði í okkara modernaða heimi, eins og tey fólk, sum ikki hava ráð til at hava bil ella annað, sum øll hava.

Taka vit heilsuverkið, so eru tað í dag so nógvar sjúkur, sum kunnu grøðast. Tað er so nógvur heilivágur sum hjálpir. Tað eru so nógvir læknar við øktum serkunnleika, sum kunna viðgera. Trupulleikin er bert tann, at alt kostar. Tí mugu vit javnan velja, hvat vit vilja hava og hvat vit vilja raðfesta. Tað er ikki altíð so lætt, tá vit vilja hava alt. Sjálvt mannalív verða nú umroknað til pengar, tað um vit vilja tað ella ikki. Tað er eisini ein spurningur um virði ??? etisk virði ??? eitt nú hvussu leingi óhjálpin fólk skulu liggja, áðrenn tað verður skift á teimum ella um tað er ráð til at geva fólki, sum treingja til hjálp nýgjørdan sunnudagdøgurða ella hvussu ofta óhjálpin kunna verða vend í seingini um dagin. Minni og minni stundir vera at geva fólki tað, tey ynskja mest av øllum, eitt prát. Tí hvat pengavirði hevur eitt prát og er tað kappingarført?

Tey norðurlendsku londini verða roknað sum vælferðarsamfeløg, har landið ella staturin eisini sær tað sum sína ábyrgd at síggja til, at øll hava eitt rímiliga liviligt lív. Tað verður gjørt umvegis toll, skatt og onnur avgjøld, sum verða brúkt til felags gagn. Nakað av peningi fløðir javnan inn í landskassan, eisini fyri at javna út nakað av ríkidøminum til tey, sum eru illa fyri eisini skulu koma at hava tað rímiligt. Hetta við at hava eitt ókeypis heilsuverk, ókeypis undirvísingarverk og eitt gott almannaverk.

Tað eru neyvan nakrar politiskur flokkur í norðurlondum, sum er beinleiðis ímóti hesum skipanum. Tí tað er vorðin ein partur av lívsvirðum okkara. Tað eru kortini teir politisku flokkar, sum halda at tað er gingið ov vítt, tí javningin í summum førum verður søgd at rigga so væl, at tað ikki loysir seg at arbeiða longur hjá summum fólkum fyri lægstu lønina. Hesum vilja teir tí seta ein stoppara fyri og tí minka um útgjøldini. Fólk skulu motiverast til at arbeiða, verður sagt. Hetta hendir alt samstundis sum arbeiðspláss vera flutt av landinum til onnur lond har arbeiðsmegin er bílig. Av tí sama vera færri arbeiðspláss at taka av. Loysunarorðið er í slíkum førum kappingarføri og rationalisering, tí øll vilja vit hava bíligar vørur. Tað er ein av orsøkunum til, at tey sum arbeiða í handlum ikki fáa nóg høga løn fyri tað arbeiði, sum tey gera.

Hin vegin eru somu politisku flokkar, sum vilja minka um almannaveitingarnar, rættiliga tolerantir yvir fyri teimum, sum vinna nógvan pening. Teir vilja lætta um skattabyrður teirra í vónini um, at tað fer at føra til, at tey brúka sín pening til vinna uppaftur meira pening og kanska skapa meira arbeiði ella við at rationalisera virkini so vørurnar vera kappingarførari. Hetta er tað tey nevna búskaparligan dynamikk. Alt gott um tað, um tað skapar vinnu, framburð og fleiri arbeiðspláss. Avindsjúka er ongantíð góð, men hon skal helst ikki venda tann tunga endan niðureftir, tí nógv eru ofta meira hørm um, at onkur far ov nógv frá tí almenna í dagpening enn um, at onkur verður ovurríkur av tí tilfangi, sum vit øll eiga lut í. Hetta er tað, sum nógvur politikkur snýr seg um í løtuni.

Politisku flokkarnir, serliga teir á miðjuni, royna at fáa javnvág í, fyri at geva tað liviligt hjá øllum. Tað ræður um ikki at taka áræði frá ágrýtnum fólki, samstundis sum síggjast má til, at eingin líður hungur og hall. Men tað, sum vit skilja sum hall, er heldur ikki tað sama sum fyrr, tí nú vænta vit okkum øll meira av lívinum og hvat er lívsneyðugt verður javnan at skilmarka ??? definerað ??? umaftur.

Men hvussu javnvágin skal verða, tað eru teir politisku flokkarnir ikki á einum máli um. Hvar gongur markið millum tað, sum landið skal gjalda, og hvat skulu fólki sjálvi gjalda fyri tænastur. Skulu fólk ikki eins væl gjalda heilsurokningar ??? ella part av teimum, sjálvi, tá tey uttan størri hóvasták gjalda bilrokningar sjálvi, spyr onkur. Vit eru komin til eitt vegamót, tí trøini vaksa ikki inn í himmalin, verður sagt, og helst er tað rætt. Tað er tað politikkur er um í nógvum londum í Evropa.

Hjá okkum er búskaparligi spurningurin eitt sindur meira fjøltáttaður. Ein tann mest vanligi spurningurin er um, hvat vit skulu gjalda sjálvi av teimum inntøkum, sum landskassin og hvat danskir skattaborgarar skulu gjalda okkum úr sínum landskassa. Vit hava ment eina fatan, har vit eru sum børn, sum halda, at foreldrini altíð kunnu hjálpa tá á stendur. Danir og danski statskassin verður av nógvum fataður sum eitt slag av yvirforeldrum, sum altíð hava eitt oyra í lummanum at geva okkum, tá tá tað, sum vit hava er uppi, ella um vit heldur vilja brúka tað, sum vit hava, til okkurt annað og kanska okkurt meira.

Eg hevði eina mamma, sum ikki fyri so langari tíð síðani mett av døgum fór undir grønu torvu. Hon dugdi so ómetaliga væl við pengum. Tað kom ikki nógvur peningur í hús okkara eftir at pápi fór í Harrans hendur í 1957, men hon hevði skil á hvørjum oyra. Hon visti, hvat hon hevði at ráða yvir, hevði sína egnu einføldu fíggjarstýring. Hon hevði ein konvolutt til hvørja fasta útreiðslu, hon hevði, og tá hon fekk pensjónina, so koyrdi hon tað í hvønn konvolutt, sum skuldi til, fyri at tað, sum skuldi gjaldast varð goldið. Hon visti, hvat hon hevði eftir. Onkuntíð lænti hon úr einum konvolutti í annan, um tað var neyðugt, men mintist altíð til at leggja lánið aftur.

Hon kendi seg ongantíð fátækan, tí hon hevði skil á húsi sínum, men hon fann heldur ikki uppá at brúka pening til tað, sum hon ikki hevði ráð til. Einki er at ivast í, at tað ber til at handfara føroyska búskapin á sama hátt. Tað ræður bert um at brúka tað rætt og blanda tey búskaparligu kortini rætt, so øll fáa tað, sum tey hava ein skynsaman tørv á. At onkur, sum er meira virkisfúsur, genialur ella arbeiðsamari enn tey flestu, so fær meira í sín part, tað er ikki nakar størri trupulleiki, tað haldi eg heldur ikki, at nakar fær ilt av.

Onnur halda tað vera óneyðugt at nerta ov nógv við viðurskiftini, sum tey eru vorðin. Tí er ikki neyðugt at umskipa búskapin, so hann hóskar betri til heildina. Hetta, tí vit hava rætt til pening úr danska ríkiskassanum til tey øki, har vit tykjast at hava ov lítið.

Tá tað kemur til skatt, so eru føroyingar ikki øðrvísi enn onnur fólk. Tað gav at bíta, tá Jóannes Patursson, eg haldi tað var í 1901, legði uppskot fram á ting, um at áleggja føroyingum meira skatt fyri at fáa fíggjað vegir og havnir ??? fyri at menna landið. Tað førdi til eitt ramaskríggj. Bæði proletarar og kapitalistar tóku í hondina á hvørjum røðum og vóru ímóti hesum, tí ongin vildi gjalda skatt. ??ll vóru von við at pengar komu úr Danmark, tað høvdu føroyingar einki við at gera. Soleiðis var tað tá, og onkrar restir av hesi tankagongd trívast væl enn. Eg skal ikki koma nærri inn á hetta, tí vit hava politikarar, sum eru dúgligir í orðadrátti um hesi viðurskifti enn eg. Nú vit fáa okkara egnu búskaparfrøðiliga gransking, fer tað vónandi at bera til at vita, hvat er skilabesta at gera við búskapin í landi okkara, uttan ov nógv smápolitiskt krotasmíð, sum tíverri javnan spilla spælið, tað uttan mun um spurningurin snýr seg um samband ella loysing. Hvørki samband ella loysing leiðir okkum inn í nakað paradís her á jørð.

Vit eiga at taka ábyrgd av okkum sjálvum her og nú, uttan altíð at vevja spurningin um samband og loysing upp í. Vit eiga at taka ábyrgd har vit eru og loysa okkara viðurskifti sjálvi, so kunnu vit altíð síggja hvussu leikur fer fram.

???Skeri eg teg her, so missi eg teg har??? er eitt føroyskt orðatak, ið tikið verður til, tá ið ein skal velja ein av tveimum lutum, og fegin vil hava báðar. Í Sagnum og ævintýrum er ein søga: ???Ein fremmind genta var komin ferðandi til eitt hús og varð sett til borðs. Fótamørur sum annað varð lagdur á borðið til hennara. Hon tók hann, snúði honum ymsar vegir, men ivaðist í, hvar hon skuldi helst seta á hann: kultrið (aftasta stykkið) var tað tjúkkasta og feitasta, men bróskið (fremsta stykkið) var tað, sum reinasta og fínasta fitin var í; tað mittasta petti var so tunt. Tá datt henni í hug at leggja fótamørin í bukt og so skera av báðum endum í senn. Á henda hátt fekk hon at smakka bæði kultrið og bróskið???.

Tað, sum henda søgan, sum var søgd fyri Jakob Jakobsen, sigur er, at tað í summum førum væl ber til at fáa eitt sindur av fleiri lutum, um ein hugsar seg um. Tí ræður um at hava politikarar við skili og hegni, sum ikki bert við rakstrarrópum renna seg fastar við ávísum hugsjónarligum sjónarmiðum á munni, men sum í verki duga at skipa soleiðis fyri, at vit meira ella minni sleppa frá á skera teg her og missa teg har.

Eg haldi, at tey norðurlendsku vælferðarsamfelagið í nógvum førum gera tað møguligt hjá teimum flestu at smakkað bæði tað feita og tað soltna. Tað er ein samfelagsformur, sum vit hava eitt sindur av, og sum vit ikki eiga at lata okkum gleppa av hondum. Gera vit tað, so vera kanska nøkur bæði ríkari og ráðaríkari, men tey allarflestu vera fátækari og koma at fáa eitt ótryggari lív uttan ávirkan, men muga taka til takka við tað, sum verður til avlops. Fyri eldri fólk er hetta okkara sonevnda vælferðarsamfelag ikki komið sum ein sjálvfylgja, men eftir tógvi stríð yvir langa tíð. Hinvegin eiga vit ikki at taka tað, sum er, fyri framhaldandi at vera givið, tí søgan vísir, at menningin ikki altíð bert gongur ein veg, men kann eisini ganga aftureftir, so vit eru um ein háls áðrenn vit vita av.

Besta dømi hava vit í løtuni í Grikkalandi, sum í fleiri ár brúktu pening uttan skil og landið, tað vil siga fíggjarheimurin í landinum, hevur lænt seg á húsagang ??? ikki til tey fátøku men til tey ríku. Nú hevur grikska fólkið - kanska á ein primitivan hátt ??? sligið nevan í borðið, teir orka ikki longur og eingin glotti er at hóma. Hvørki tey, sum hava tikið lán ella tey, sum hava givið lán hava sýnt ábyrgd og skil. Enn er ov tíðliga at siga, hvussu leikur fer at fara fram. Tey, sum í slíkum førum koma at bera byrðarnar, eru altíð tey á niðastu rók ??? vanliga fólki. Tað verða altíð tey, sum koma at gjalda gildið. Tað er altíð dýrt at vera fátækur. Tey hava alla orsøk til at halda at tey eru illa viðfarin, fyrst og fremst av teirra egnu politikarum og teimum, sum hava havt vald til at umsiti virðini og gjørt tað sera illa.

Vit kenna eisini farran av hesum í okkara egna fíggjarheimi, sum tíverri ikki altíð hevur duga fyrilit, men ført okkum út á sjógv, men tí betur ikki longur enn at tað hevur borið til at fóta sær aftur, men tað kundi enda spinnandi galið

Vit eru so heppin at liva í einum fólkaræði. Vit hava eina stýrisskipan, har vit kunnu velja teir politikarar, sum vit vilja hava, ella rættari tey, sum bjóða seg fram. Vit kunnu keypa tað vøru, sum tey royna at selja okkum. Tað er tí ikki heilt burturvið, at hvør einstakur av okkum tekur í egnan barm og spyr, hvussu vilja vit hava tað samfelag, sum vit búgva í at verða, ikki bert hjá okkum, men eisini hjá okkara børnum og abba- og ommubørnum. Hvørja politiska vøru skulu vit velja. Hvørja kós skulu vit seta, tí framtíðini kemur ikki av sær sjálvari.

Ábyrgdin liggur lutvíst á tí einstaka, sum setur krossin á valdegnum, men eisini á teimum mynstrum, sum vit hava skapt til at bera okkum at eftir. Her er vanin eisini vald, og vanin er ikki altíð okkum til fyrimunar. Tað er so lætt at buldra okkurt ígjøgnum fyri løtuvinning og fyri at vinna atkvøður. Politikarar mugu gjalda ein prís fyri at vera politikarar og prísurin er at hugsa ??? ikki bara stutt, men eisini langt.

Eftirdøtturin og orðaskiftið um Skálafjarðar tunnilin og tað politiska spælið í sambandi við hetta mál vísir, hvussu gruggut alt kann koma at vera, tá spælireglur hvørki eru greiðar ella verða fylgdar og politikarar ikki geva sær far um, at høvdið er til annað enn pynt.

Vit velja teir politikarar, sum vit halda umboða okkum og okkara egnu sjónarmið best, men eisini tað kann spæla okkum eitt puss við hvørt, tí politikarar eru tíverri als ikki altíð so búnir, sum veljararnir halda, teir eru ofta ikki meira búnir enn veljararnir sjálvir, og tí kann veljarin verða snýttur, um hann roknar við øðrum og skilagóðum frá teirra síðu, enn hann evnar sjálvur.

Summi tey durva og falla í fátt,
millum tey stóru og ríku á gørðum,
hugsa sum hini í stórt og í smátt,
síggja við eygum frá øðrum.

Elt ikki altíð sum fyri er slóðað;
sjálvbjargin far yvir land, yvir hav,
maður skal smíða sær eydnuna góða
við teimum evnum, sum skaparin gav.
Gott er við vinum at fylgjast á leið;
ofta í vanda tó vinirnir tróta;
tann sum vil framá, hann gloymi tí ei
sjálvur sær slóðir at bróta.[11]

Trupulleikin er ikki bert her heima í okkara egna dunnuhyli. Eitt sum leikar á í dag er at fólk flyta seg millum lond. Eitt tað besta dømi um hetta er streymurin av flóttafólki , sum ríma frá hús og heimi, tí onnur hava tikið ræði har heima, onnur, sum vilja nakað annað og sum við valdi trumfa sítt ígjøgnum. Tað er ótti í ólukkumát, tá fólk, sum sín seinasta útveg ikki síggja sær annan møguleika enn at lata alt, sum tey eiga upp í hendurnar á spekulantum, fyri at sleppa umborð á eitt lasafar av einum skipi ella báti í vónini um at koma til ljósari strendur. Nógvastaðni óttast fólk eisini fyri, hvat kann koma at henda, tá fremmand fólk við øðrum lívsvirði í stórum tali koma til landið og bera eina fremmanda mentan við sær. Talan er her á ein hátt um virðisøkologi. Tey staðbundnu eru bangin fyri, at hesi fólk, tá tey koma fyri seg, kunnu koma vera eins og garðaskøran, sum nú á døgum breiðir seg um bø og haga og leggur alt undir seg, so tann gróður og vøkstur, sum er frammanundan fær verri kor.

Hetta eru álvarsligir spurningar at greiða bæði menniskjaliga, búskaparliga, politiskt og etiskt. Renna flóttafólkini saman og verða ein integraraður partur av tí landi, sum tey koma til, so verður trupulleikin vanliga lítil og eingin, og okkurt heilt nýtt og gott kann eisini spyrjast burtur úr. Men verður úrslitið sonevnd paralellsamfeløg har báðir partar óttast hvønn annan og tað ikki ber til at sjóða virði saman, ella at læra fólk at virða virðini hjá hvørjum øðrum, verður stríð og trupulleiki. Hetta er serliga vandamikið, tá tað aðrastaðni í heiminum eru fólk og rørslur, sum gera sær dælt av støðuni og nýta høvið til at tøla ung fólk við nýggjum máttmiklum virðum, fyri at fáa tey til at halda, at tey kunnu skifta tey virði, sum tey hava fingið lut í á niðastu rók í einum landi, har tey eru komin kanska sum flóttarfólk, við onnur virði. Virði sum verða gjørd so stór, at sjálvt um tey spreingja seg sjálvi í luftina fyri at basa øðrum virðum, kunna fáa eina himmalska sælu.

Hetta eru alt sera truplir spurningar at loysa og sum ikki gera heimin tryggari. Hetta hoyra vit um hvønn einasta dag. Fyri flestu evropearar er tað eitt stórt virði at kunna at sleppa at tala og skriva frítt og frælst, uttan at nakar forðar okkum í tí, undir ábyrgd sjálvandi. Tað er ikki so langt síðani, at yvirgangsmenn skutu og drópu blaðfólk á franska satiriska blaðnum Charlie Hebdo, tí hetta blað brúkti frælsi til at skriva tað, sum tey vildu skriva og tekna, eisini um tað kom upp á tvørs við tað, sum var heilagt hjá øðrum. Um alt Evropa vóru tey stuðlaði í hesum tali og skrivifrælsi, men øll vilja tað ikki so, teirra virði eru onnur.

Tað eru tey, sum halda, at fólk skulu hava frælsi at elska tann, sum tey elska uttan mun til kyn, og her eru virði eisini í broyting. Onnur halda, at tað er ikki rætt at fólk skulu sleppa at vera sum tey eru, men nú hevur hægstirættur í USA avgjørt, at øll hava rætt til at elska tann tey vilja. Hetta er óivað til gleði fyri nógv, men eisini til stóran ampa hjá teimum við øðrum virðum. Onnur halda, at kvinna hevur ræði á tí, sum hon ber undir belti, meðan onnur halda, at hon umsitur eitt lív, sum hevur sín egna rætt, og tey fara langt fyri at verja lívið hjá tí ófødda. Eisini eru tað tey, sum halda, at tað er ein rættur hjá fólki, sum onga vón hava fyri stavn at kunna sleppa virðiliga frá hesi fold. Onnur halda at tað er ein aðalsynd.

Tað er tí einki at siga til, at vit hava ta góðu hugmyndina i vónini um eitt paradís, har alt er í samljóði og friður valdar og einki stríð og klandur er meira. Stríðið um virði er altíð eitt stríð um tað góða og tað ónda, men tað er ikki lætt, tá fatanin av, hvat er gott og hvat er ónt er so ymisk og sampakkar ikki altíð.

Kortini eiga vit ikki at sleppa endanum og akseptera ein totalan virðisneutralitet. Vit eiga við skili at virða og verja tey virði, sum eru løgd niður í okkum, og sum ger okkum til tey, sum vit eri, tí annars er vandi fyri, at vit detta sundur, men hinvegin eiga vit eisini at vísa tollyndi móti øðrum virðum og ásanna, at virði broytast og tillagast nýggjum viðurskiftum og tí mugu vit royna at finna eitt samljóð so gott sum vit kunna.

Tað er tað, sum er tann góði reyði tráðurin í kristna siðaarvi okkara. At hesin arvur við hvørt verður gruggaður, tað er teimum fyri fyri at takka, sum, kanska ótilvitað, misbrúka hann og blandað so nógv annað uppí, sum einki hevur við Gud og hansara órannsakiliga vilja at gera, men sum er teirra tulkan av vilja Guds. Tað er einki nýtt í hesum. Í so máta broytist mannaættin neyvan nakrantíð .

Takk fyri at tit vildu lurta og góða Vestanstevnu.

Sí myndir HER.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder