2019-06-22 10:47

Nú kl. 12:00 verður hátíðarløta á havnarlagnum. Á eystara armi á Tvørakei liggja vøkru træskipini, ið hava luttikið í flaggregattaini í DK. Nú er regattain komin at enda og gleðast vit yvir at skipini eru á Tvøroyri. Borgarstjórin, Kristin Michelsen, heldur røðu og Tvøroyrar Hornorkestur spælir. Til ber at koma umborð á skipini eisini.
Eftir kappróðurin verða skipini flutt longur vestur og harmonikutónleikur verður at hoyra umborð.Vónandi møta fólk fjølment.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald