
Miðlastuðulsnevndin er liðug at viðgera umsóknirnar um miðlastuðul fyri 2020. Niðurstøðan er, at sjey føroyskir miðlar fáa part av samlaðu miðlastuðulsjáttanini á tvær milliónir krónur.
Átta umsóknir vóru til miðlastuðul í ár, sum er sama tal sum í fjør. Teir sjey miðlarnir, ið lúka treytirnar fyri stuðli, fáa úr 175.373,06 kr. upp í 678.103,33 kr. í stuðli í ár.
Tvær milliónir eru settar av á fíggjarlógini fyri 2020 til miðlastuðul, og býtið millum miðlarnar er sum víst niðanfyri við støði í fíggjarligum upplýsingum frá 2019:
Sosialurin kr. 678.103,33
Dimmalætting kr. 276.958,60
Portal.fo kr. 237.741,44
Norðlýsið kr. 231.843,82
FM1 kr. 207.911,02
R7 Kringvarp kr. 192.068,72
VP.fo kr. 175.373,06
Miðlastuðul verður játtaður við heimild í miðlastuðulslógini. Stuðulin verður latin sum ein føst grundupphædd, áljóðandi 40% av árligu játtanini á fíggjarlógini, býtt javnt millum umsøkjararnar, sum lúka treytirnar, og harumframt verða 60% av árligu játtanini latin sum ein lutfalslig upphædd í prosentum av skjalprógvaðum lønarútreiðslum árið fyri umsóknarárið hjá viðkomandi miðli.
Samlaði miðlastuðulin kann í mesta lagi vera 40% av skjalprógvaðu lønarútreiðslunum árið fyri umsóknarárið hjá einum miðli. Í mun til í fjør eru lønirnar hjá teimum sjey miðlunum, sum hava fingið stuðul játtaðan, øktar úr umleið 21,0 til 21,5 mió. kr.
Miðlastuðulsnevndin hevur í viðgerðini av teimum átta umsóknunum í stóran mun fylgt leistinum frá seinastu trimum árunum við einari lutfalsliga breiðari tulking í mun til treytirnar, ið lógin og viðmerkingarnar til lógina seta til innihaldið í miðlunum.
Miðlastuðulsnevndin hevur í hesum sambandi viðgjørt ávísar prinsipiellar spurningar, herundir millum annað, at lóggávan í løtuni er sett soleiðis saman, at tað fyrst og fremst eru lønarútreiðslur í árinum fyri, ið hava størstan týdning, og ikki onnur viðurskift, til dømis framleiðsla ella framtíðarætlanir.
Tá miðlastuðulin var latin í fjør staðfesti miðlastuðulsnevndin, at ætlanin hjá samgonguni er at eftirmeta skipanina við miðlastuðli og at hetta eisini samsvarar við, at mentanarnevndin hjá løgtinginum í sínum áliti um miðlastuðulsnevndini í 2017 mælti til, at lógin eigur at verða endurskoðað fýra ára eftir, at hon varð sett í gildi.
Miðlastuðulsnevndin upplýsti tá, at hon tók undir við hesi ætlan, og heldur tað vera skilagott at eftirmeta, um stuðulin er við til at røkka teimum endamálum um margfeldi í miðlalandslagnum og journalistiska dygd, sum politiska skipanin upprunaliga hevði við miðlastuðlinum.
Hetta er framhaldandi støðan hjá Miðlastuðulsnevndini. Nevndin kann í hesum sambandi skoyta uppí, at verandi skipan við sera stórum denti á undanfarin fíggjarár og lønarútreiðslur, havandi í huga fráboðanir frá miðlum seinastu vikurnar og mánaðirnar, ikki sær út til at tryggja verandi margfeldi í miðlalandslagnum. Sera torført er at meta um, hvussu játtaðu upphæddirnar ávirka framleitt journalistiskt tilfar á jaligan hátt. Samstundis merkir tað eisini, at metingar um journalistiska dygd og skapanarhug hava sera lítið rúm í verandi regluverki.
Vegna Miðlastuðulsnevndina Eirikur í Jákupsstovu, formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald