2016-02-10 22:15
Jensia Hjalmarsdóttir Gardlykke hevur framsýning á Listavegginum hjá Eik í Miðvági
Jensia, 24 ár, er fødd og uppvaksin í Miðvági. Hon er nú flutt aftur til Miðvágs eftir loknan lesna í Danmark og starvast nú sum miðlagrafikaralærlingur á Sendistovuni.
Í frítíðini fæst hon við at tekna og mála.
Málningarnir, ið sýndir verða fram, eru:
Geituskorardrangur, Lykkenborg og Jákupshylur.
Tekningarnar eru av persónum her úr Vágum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald