Politikkur

Jens Jensen stillar upp fyri Sambandsflokkin

...

2019-08-12 11:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eitt nýtt valevnið stillar upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið

Jens Jensen er føddur 31. mars 1956 og uppvaksin í Klaksvík. Hann hevur búð skjótt 40 ár í Tjørnuvík.

Hann tók fólkaskúla 1963 og síðan Real og Handilsskúla. Í 1978 útlærdur snikkari.

1. august 1979 á politiskúla og 40 ár í politinum - fór úr starvi 1. august 2019. Arbeitt í føstum starvi í Klaksvík, Vágum og Tórshavn í smá 30 ár á kriminaldeildini hjá politinum

Spælir Trombone i ELF, Eiðis Ljóðfelag og í Harmoniorkestrinum GHM (tá ið á stendur við Klaksvíkar Hornorkestri). Syngur við í Kingo-bólkinum hjá Tjørnuvíkar Kirkju. Jens fæst eisini við landbrúk í frítíðini.

Formaður í Javna frá miðskeiðis í 80´unum til mitt í 90´unum. Nevndarlimur í MBF grunninum i 1990´unum. Valdur í Fólkaheilsuráðið 2005-2015 útnevndur av Føroya Landsstýri. ??tnevndur av Føroya Landsstýri í fyrsta ???Ráðið fyri Brekað???. ??tnevndur í Anti Doping nevndina ínnan ÍSF í nøkur ár.

Pápin, Karl V. Hansen umboðaði Sambandsflokkin í Klaksvíkar býráð í 1980´unum.

Jens hevur hesi politisku hjartamálini:

??? Menning av fiskivinnuni og íverksetarum
??? Stimbra í ringum tíðum og halda aftur í góðum tíðum.
??? Grønari orka
??? Viðgerðartrygd til allar føroyingar í sjúkrahúsverkinum
??? CPR til allar sjúklingar, ið sendir verða av landinum.
??? Fleiri leigubústaðir til fólk við serligum tørvi
??? Teksta og teknmálstulka sjónvarpssendingar og økja um ljóðbókasavnið
??? Serligar búðeindir til eldri (ið ynskja at flyta úr størri húsum)
??? Grundarupphæddin i fólkapensiónini skal hækka
??? Fleiri lærupláss til handaligu fakini
??? Ferðavinnan skal skipast eftir nýggjum leisti fyri alt landið
??? Víðka um Fróðskaparsetri / Campus
??? Betra um vegasamband og vegakervið til smáplássini

Sambandsflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder