2019-02-12 07:56
Munnligur fyrispurningur til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum.
havnin h. 11. februar 2019
Spurningur:
1: Eru allar brýr, sum Landsverk varðar av, nóg tryggar til ta ferðslu, sum dagliga fer eftir teimum?
2: Kunnu fólk fult út líta á føroysku vegirnar, at hesir eru tryggir at koyra eftir?
3: Kunnu fólk kenna seg trygg við at brúka føroysku tunnlarnir?
Viðmerkingar
Ikki er tað hugaligur lesnaður, sum verður endurgivin okkum í fjølmiðlunum um dagarnar. Samanumtikið ein lemjandi kritikkur av samferðsluøkinum, ikki bert skipum, sum fleiri verða dømd ótíðarhóskandi at vera, men eins lemjandi av
vegum, brúm og tunlum.
Herfyri váttaði sjálvur løgmaður, væl stuðlaður av staðkendum samgonguløgtingsmanni, at lívshættisligt var at koyra til Dals. Hesir søgdu seg byggja ákærur sínar á m.a. frágreiðingar landsverks. Teir báðir nevndu kongar, sum søgdust vera um at rusta burtur, so at spurningur bert var um, nær vegurin fór í havið.
Nóg illa vóru hesar atfinningar tagnaðar, so vórðu nýggjar bornar okkum, nú um vegakervið sum heild. Greitt varð frá, at brúgvar eru, sum eru á veg móti hægstu tindum á vandaskalanum. Samstundis vita vit, at tunnlar eru, t.d. norður um fjall, sum eru so hættisligir, at bert undur forða vanlukkum.
Tíðin má vera komin til, at tey, ið brúka hesar vegir, brýr og tunlar, greitt fáa at vita, frá landsstýrismanninum, um ráðiligt í heila tikið er at brúka ta farleið, tey dagliga seta sítt álit á.
Jenis av Rana
løgtingsmaður f. Miðflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald