So fór enn ein samráðingardagur afturum við góðum úrslitum. Stilt og friðaligt hava vit tríggir formenn sitið og práta okkum fram til loysnir, meðan tríggir bólkar við tveimum úr teimum stóru og einum úr Miðflokkinum hava sitið og greina ymisk málsøki.
Vit í formansbólkinum høvdu eftir døgurða áhugaverda vitjan úr fíggjarmálaráðnum, og kl. 17.00 sessaðust øll at hoyra, hvat bólkarnir høvdu fingið av skafti. Tveir teirra høvdu loysnir, sum flestu kunnu fara beinleiðis í samgonguskjalið, triði hevði eitt torførari evni, sum vit so arbeiða víðari við.
Sjáldan havi eg upplivað so gott stev- og politikkarar, sum so avgjørdir ynskja broytingar, sum koma at tæna fólki teirra til besta.
So væl sum tað gongur, vænti eg, at vit longu leygarkvøldið eru komin undir land- og mánakvøldið burdi verið so gott sum liðugt.
Skrivar Jenis av Rana á Facebook í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald