2019-08-28 06:25
Í Føroyum eru vit ríkað við menniskjum, ið øll eru góð til sítt. Sum lóggevandi valdið er ábyrgdin, at tryggja øllum somu møguleikar.
Eins og vit hava tørv á bóklærdum fólki, so hevur tørvurin á handligum fólki ongantíð verið størri enn tað sama.
Í dag verða handligar útbúgvingar ikki raðfestar líka høgt, og oftani er tað soleiðis í fólkaskúlunum, at vallærugreinarnar innan tað handliga verða valdar frá, fyri at fáa fleiri tímar á øðrum lærugreinum. Tí detta tey niður ímillum, sum ynsktu at fara tann handliga vegin. Hetta er ein stórur missur fyri føroyska samfelagi, og hetta er nakað, sum eg ætli mær at arbeiða fyri, um eg fái títt álit.
Vit skulu fáa eitt greiðari skúlaverk í Føroyum. Man kann siga, at tað kann deilast upp í tvey. Tað handliga og tað bókliga. Báðar leiðirnar skulu javnsetast og raðfestast líka høgt, tí báðar leiðirnar eru kjarnin í, at vit hava eitt væl virkandi samfelag, har arbeiði er til allar hendur. Tað er av alstórum týdningi, at okkara ungu hava bestu møguleikar at mennast. Við at deila tað upp soleiðis, so verða okkara ungu í nógv størri mun klár yvir, hvat tey vilja útbúgva seg til, tá ið tey eru liðug í skúlaverkinum.
Ynskja tit eisini, at bókligu og handligu leiðirnar verða javnsettar, uttan mun til hvørja tit velja? Leygardagin er valið tykkara.
Set krossin við Heðin Zachariasen
Vel Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald