Í dag gjørdi landsstýrismaðurin í orkumálum greitt, at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurinætla at privatisera framleiðsluna av vindorku.
Politiska skipanin eigur altíð at umboða borgaran. Um eitt privat felag vinnur eitt útboð ímóti SEV,tí boðiðer bíligari, so er tað fínt fyri brúkaran, sum erøll húsarhald og alt vinnulív í Føroyum.
Men landsstýrið ætlar, at privatar fyritøkur, ofta við útlendskum eigarum, nú skulu sleppa einsamallar og uttan kapping frá SEV at leggja seg á alla vindframleiðslu í Føroyum. Tá er endamálið ikki at framleiða so bíliga vindorku sum møguligt til borgaran, men at nøkur fá skulu forvinna nógvan pening uppá bekostning av okkumøllum.
Hesumtekur Javnaðarflokkurin ikki undir við, tí málið eigur altíð at vera at framleiða streymin so bíligt sum gjørligt til borgaran. Privatir aktørarhava í dag møguleikaat bjóða seg fram og kappast. Men at forbjóða SEV at framleiða vindorku er ikki gott fyri brúkaran. Í løtuni er sunn kapping við privatar aktørar, og taðer besti mátin at fáa bíligan streym til brúkaran.
Javnaðarflokkurin heldur eisini, atvit í felag mugu hava ræðið á grundleggjandi samfelagsligumøkjum. At veita streym er avgjørt eitt av hesumøkjunum.
Javnaðarflokkurin vil hava varandi orku. Men privatisering av vindorkuni er á ongan hátt ein fortreyt fyri at skunda undir orkuskiftið. Tvørturímóti.
Um SEV verður skert, fær brúkarin minni ávirkan. So missa vit tamarhaldið á streymveitingini, á prísum og tænastum. Við privatisering fáa nakrar fáar privatar fyritøkur, ofta við útlendskum eigarum, valdið á vindframleiðsluni í Føroyum. Tað taka vit í Javnaðarflokkinum ikki undir við.
Tí er Javnaðarflokkurin ímótiætlanunum hjá samgonguni at privatisera partar av SEV.
Javnaðarflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald