Politikkur

Javnaðarflokkurin vil byggja meira kring alt landið

...

2020-11-02 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Okkara størsta avbjóðing er, at tað eru ov nógv, sum ikki hava eitt stað at kalla sítt heim. Tað er galdandi í Havn og í Klaksvík, á Skálafjørðinum og á Tvøroyri. Runt allar oyggjarnar sæst sama avbjóðing aftur:

Ov nógvar barnafamiljur, sum ikki fáa endarnar at røkka saman, tí húsaleigan er ov høg. Ov nógv støk og ung, sum flyta úr einum í annan óhóskandi bústað.

Alt ov nógv menniskju, sum ikki kenna tryggleikan, sum eitt gott heim kann geva teimum. Alt ov nógv smábørn, sum vaksa upp í fuktigum kjallaraíbúðum.

Hetta vilja vit broyta.

Í landspolitikki vilja vit tryggja, at Bústaðir sleppa at gera tað, tey eru sett í verðina at gera: at byggja bíligar leigubústaðir á stóru og smáu plássunum í Føroyum, soleiðis sum tey gjørdu í undanfarnu tingsetu ??? og meira afturat. Í kommunum vilja vit hugsa nýtt, hugsa skjótari og alt fyri eitt seta ferð á bústaðarbygging, har tørvur er á tí:

- Vit skulu hava fleiri eldrabústaðir, soleiðis at okkara eldru hava hóskandi heim.

- Vit skulu hava lestrar- og ungdómsbústaðir, soleiðis at tey ungu trívast og velja Føroyar til.

- Vit skulu hugsa nýtt og byggja lutaíbúðir til vanligar familjur og støk.

Fyri okkum er tað einfalt: Bústaðarpolitikkur skal snúgva seg um tørvin hjá tí lægsta. Ikki áhugamálini hjá tí hægsta.

Tí námsfrøðingurin og heilsurøktarin skulu hava ráð og møguleika til eitt gott heim. Flakakvinnan og arbeiðsmaðurin skulu kunna búgva og liva av síni løn.
Sjúkrarøktarfrøðingurin, frisørurin, krambakallurin og timburmaðurin - øll skulu hava rættin til eitt gott heim, óansæð hvar tey búgva.

Ongastaðni í Føroyum skal húsaleigan vera so høg, at vanligar familjur og støk ikki kunnu liva. Ongastaðni skal bústaðartrotið vera so stórt, at fólk gerast húsvill.

Ongastaðni í Føroyum skal rætturin til eitt heim vera avmarkaður til tey fáu.

Hetta vil Javnaðarflokkurin framhaldandi virka fyri í landspolitikki. Og hetta vilja vit virka fyri í kommununum kring landið.

Tað er millum annað tað, komandi kommunuval snýr seg um.

Tí er ein atkvøða fyri Javnaðarflokkinum ein atkvøða fyri fleiri og fjølbroyttari bústøðum. Tað er ein atkvøða fyri, at øll fáa rættin til eitt gott stað, tey við vissu kunnu kalla sítt heim.

Javnaðarflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder