Javnaðarflokkurin er ein løgin flokkur. Tey tosa um samanhald, men standa ikki saman. Tey tosa um brøðralag, men dyrka sundurlyndið. Tað einasta, tey kunnu semjast um, er at Fólkaflokkurin er rótin til alt ónt. ??fatiligt!
Nýggjasta sniðálopið var um vikuskiftið, tá javnaðarfólk kropp av kroppi settust við knappaborðið, tí Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, hevði úttalað seg um umhvørvið. Nú var lagamanni at hvessa sær pennin og leggja fólkafloksfólk undir líkt og ólíkt.
Hetta er sami skitni taktikkur, flokkurin brúkti til seinasta løgtingsval, men hetta vísir bara, hvussu lítið javnaðarflokkurin hevur at bjóða. Hygg bara eftir kolasvarta umhvørvispolitikkinum, flokkurin hevur ført.
Sambært Umhvørvisstovuni stendur fiskiflotin fyri meiri enn 40% av føroyska CO2 útlátinum. Skulu vit náa málinum um einar grønar Føroyar, er neyðugt at fiskiflotin verður endurnýggjaður. Alt annað er uttan um tos. Tí skuldi ein trúð, at javnaðarflokkurin hevði greiða ætlan við fiskiflotanum, men tað hava tey ikki.
Tvørturímóti.
Føroyar eru við at gerast ein kolasvartur skipskirkjugarður. "Nýggjastu" skipini eru aggandi gomul. Og tað er einki, ið bendir á, at javnaðarflokurin ætlar at gera nakað við syndarligu støðuna.
Fólkaflokkurin er ikki bara einasti flokkur, ið hevur víst á hetta, men vit eru eisini einasti flokkur, ið hevur eina ítøkliga ætlan við fiskiflotanum.
Gera reiðaríir íløgur í nýggj skip, rinda tey ikki tilfeingisgjald, fyrr enn skipið er afturrindað.
Hetta er ikki bara besti mátin at gera tað uppá, men er somuleiðis tann mest effektivi. Tí má javnaðarflokkurin velja, hvat hann vil hava: pengar í landskassan, ella umhvørvið. Tú kanst ikki hava bæði uppboðssølu/tilfeingisgjøld, og ein grønan fiskiflota. Tú mást velja annað.
Vit velja umhvørvið.
Tí verður tað spennandi at síggja reaksjónirnar hjá javnaðarflokkinum, tí veruleikin er tíverri tann, at meðan javnaðarflokkurin hevur sitið við valdi, hava tey tosað grønt, men handlað kolasvart.
Tað er fakta!
Hanus Samró - Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald