Politikkur

Janus Rein tikið sæti á Løgtingi hesa vikuna

...

2019-02-06 16:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Janus Rein hevur hesa vikuna sæti á Løgtingi fyri Joen Magnus Rasmussen, sum er farin í stutt tíðar farloyvi.

Janus fekk 273 persónligar atkvøður á løgtingsvalinum í 2015, og gjørdist sostatt nummar 8 á listanum hjá Fólkaflokkinum. Hann er fyrsti eykamaður hjá flokkinum aftaná at Annika Olsen gjørdist borgarstjóri og Joen Magnus Rasmussen tók langtíðarsæti á tingið.

???Eg ætli mær at brúka møguleikan, nú eg havi sæti á Løgtingi, at senda landsstýrisfólkunum ymsar spurningar sum liggja mær á hjarta??? sigur Janus í stuttari viðmerking.

Spurdur hvørji mál hann hugsar um, nevnir hann ymsar feilir, sum hann metir liggja í samfelagnum - sum dømi kann nevnast teir trupuleikar, sum føroysk vinnufeløg hava, tí tey ikki hava møguleika at fáa Nem-id til fyritøkuna. Tað blokerar og diskrimiserar fyritøkurnar rættuliga nógv, tá tær arbeiða á økjum,sum ikki eru yvirtikin, t.e. donsk virkandi økjum í føroyska samfelagnum.
So leingi tað eru økir í Føroyum, sum ikki eru yvirtikin, sum merkir serdonsk økir sum eru galdandi íFøroyum, eiga og skulu føroyskar fyritøkur hava somu sømdir og møguleika sigur Janus Rein.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder