Uttanflokkatingmaðurin, Janus Rein, hevur lagt fram tingmál um at stovna Tunnilsfelag Føroya, sum hevur til endamál at eiga og reka allar tunlar í Føroyum, bæði verandi og komandi, eins og omansjóvartunlar og undirsjóvartunlar. Politiska skipanin má leggja soleiðis til rættis, at tá ið Smyril er uppslitin um 20 - 25 ár, má tað verða koyrandi til Suðuroyar, eins og koyrandi undir Skálafjørð og Tangafjørð.
Nógv orka og nógvur peningur er brúktir upp á at gera berghol og tunlar, bæði omansjóvar tunlar og undirsjóvartunlar. Alt hetta arbeiðið og øll hesi hol inn í fjøllini hava í dag sjálvsagt eitt ovurhonds stórt virði, ið kann kapitaliserast í eitt felag. Eginognin hjá einum slíkum felag, ið eigur og rekur allar tunlar í Føroyum, verður tá ómetaliga stór. Eitt tílíkt felag fer uttan stórvegis hóvasták at megna at skaffa sær bíliga fígging til at byggja næstu tunlarnar við at brúka alla sína eginogn sum veðseting. Víst verður á, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin í dag eru fíggjaðir úr Íleggingargrunninum fyri 3,5% rentu, sigur Janus Rein, m.a. í viðmerkingunum til uppskotið. Janus Rein mælir til, at gjaldið fyri at koyra í gjøgnum tunlarnar verður ásett eftir longdini á tunlunum. Verður tunnilsgjaldið ásett til 1 krónu fyri hvønn tunnilskilometur verður árligi umsetningurin í verðandi tunilsferðslu umleið 32,5 mío. krónur. ??tbyggingin av samferðslukervinum í Føroyum er ikki liðug fyrrenn koyrandi er til Suðuroyar, sigur Janus Rein í uppskotinum, sum fær 1. viðgerð á tingfundi týsdagin 6. august saman við øðrum tunnilsuppskotum.
Uppskot
til
samtyktar
Løgtingið heitir á landsstýrið um
at fyrireika og leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um at
stovna ???Tunnilsfelag Føroya??? við
tí endamáli at eiga og reka allar tunlar í Føroyum umframt
bygging av nýggjum tunlum,
íroknað undirsjóvartunlar.
Viðmerkingar
Endamálið við uppskotinum er at
stovna eitt tunnilsfelag, sum skal eiga og reka allar tunlar í
Føroyum, bæði verandi og komandi,
og bæði omansjóvartunlar og undirsjóvartunlar.
Politiska skipanin má leggja
soleiðis til rættis, at tá ið Smyril er uppslitin um 20 - 25 ár, má
tað vera koyrandi til Suðuroyar,
eins og koyrandi undir Skálafjørð og Tangafjørð.
Føroyar hava nú í eitt mannaminni
brúkt nógva orku og nógvan pening upp á at gera berghol
og tunlar. Tað veri seg
omansjóvartunlar og undirsjóvartunlar. Hetta fyri at styrkja um
samferðslukervið.
Alt hetta arbeiðið og øll hesi
hol inn í fjøllini hava í dag sjálvsagt eitt ovurhonds stórt virði, ið
kann kapitaliserast í eitt felag.
Eginognin í einum tílíkum felag, ið eigur og rekur allar tunlar í
Føroyum, verður tá ómetaliga
stór. Eitt tílíkt felag fer uttan stórvegis hóvasták at megna at
skaffa sær bíliga fígging til at byggja
næstu tunlarnar við at brúka alla sína eginogn sum
veðseting. Víst verður á, at
Vágatunnilin og Norðoyatunnilin í dag eru fíggjaðir úr
Íleggingargrunninum fyri 3,5%
rentu.
Tankin líkist í stuttum hesum:
Ímynda tær, at tú eigur 10-15 sethús, ið øll eru niðurgoldin, og
at tú nú ynskir at byggja tær
tvey-trý nýggj sethús afturat. Við at leggja upprunaligu 10-15
sethúsini í eitt og sama felag,
gerst eginognin rættiliga stór. Møguleikin hjá tær at fáa fulla og
bíliga fígging til ætlaðu
tvey-trý nýggju húsini er tá rættiliga sannlíkur og líka til. Allarhelst
til lægstu rentu eisini.
Politiska skipanin eigur at
spyrja seg sjálva, um tað er rætt at gera mun á omansjóvartunlum
og undirsjóvartunlum, og um tað
ikki eigur at verða goldið fyri at koyra ígjøgnum
omansjóvartunlar eins og fyri at
koyra ígjøgnum undirsjóvartunlar. Verður goldið fyri at
koyra í gjøgnum allar tunlar,
eins og at verandi fíggjarlógarjáttan til Landsverk flytur við yvir
í tunnilsfelagið sum
stuðulsjáttan, kann verða koyrandi gjøgnum tunlarnar fyri lítlan kostnað.
Hvørja ferð, ein keypir bil í
Føroyum, eigur ein kubbi til tunlar at fylgja við, sum so telur
niður hvørja ferð, vit koyra
ígjøgnum ein tunnil. Ymsir møguleikar eru, hvussu
kostnaðarásetingin kann ella
eigur at verða gjørd. Ein møguleiki er, at tað kostar eitt ávíst
oyratal pr. kilometur at koyra
ígjøgnum ein tunnil. Hetta kann tó møguliga gerast ov
kostnaðarmikið, um koyrt verður
gjøgnum fleiri tunlar, til dømis av Viðareiði til Sumbiar. Tí
kundi ein onnur
kostnaðarsamanseting verið, at vit guldu eitt ávíst krónutal, um vit brúktu
tunnilsnetið sum heild ein dag.
Tvs. at so guldu vit t.d. fyri fyrsta tunnilin, og so fór ikki meiri
av kubbanum tann dagin.
Ein blandingsloysn kann eisini
hugsast og er helst mest áhugaverd; tvs. XX oyru pr. km, tó
maks. fyri YY km pr. dag. Við
hesi loysn kemur brúkarin at rinda eina ávísa upphædd pr.
tunnils kilometur, men tó so, at
eitt loft verður sett á soleiðis, at brúkarin ikki rindar fyri
meira enn eitt ávíst tunnils
kilometratal pr. dag. Henda skipan er bæði til fyrimuns fyri tey,
sum koyra fáar og nógvar tunnils
kilometrar.
Til upplýsingar og metingar er
viðløgd ein inntøkumeting, bygd á hagtøl og ein kostnað á
1,00 krónu pr. tunnils kilometur.
Tað finnast ikki so nógv hagtøl
yvir, hvussu ferðslumynstrið í samferðslukervinum er, men
vísast kann á, at ein kanning
herfyri vísti á, hvar gjøldini til ávíkavist Vága- og
Norðoyatunnilin koma frá.
Vágafólk gjalda 24% av Vágatunlinum, meðan fólk úr Streymoy
gjalda 54%, og restin av
føroyingunum rindar so restina 22%. Viðvíkjandi Norðoyatunlinum
eru tølini ávíkavist 35%
norðoyingar, 33% streymoyingar og restin 32%.
Víðari skal eisini vísast á, at
tað verður koyrt fitt meira ígjøgnum tunlar til miðstaðarøkið í
arbeiðsørindum enn úr
miðstaðarøkinum. Hesi fólk fáa tá part av tunnilsgjaldinum
afturgoldið gjøgnum
ferðastuðulin; tað broytir so aftur eitt sindur uppá, hvussu
gjaldsmynstrið endaliga verður
samansett.
Vit eru ikki liðug at útbyggja
samferðslukervið, fyrrenn tað er koyrandi til Suðuroyar.
Viðlagt skjal: Hagtøl og
inntøkumøguleikar fyri tunlar í Føroyum
Á
Løgtingi, 1. august 2013
Janus Rein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald