2015-12-02 20:10
Stóra altjóða leiðsluráðstevnan GLS (The Global Leadership Summit) verður 15. og 16. januar hildin í Norðurlandahúsnium fyri áttindu ferð.
Okkara land hevur tørv á góðum leiðarum á øllum stigum, og endamálið við stevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar, har teir eru. Fyrilestrahaldararnir hava ymisk viðkomandi vinnulig og andalig bakstøði og fara hvør á sín hátt at kveikja og bjóða okkum av.
Á skránni verða m.o. Bill Hybels, stovnarin av Willow Creek í Chicago, sum aftur í ár fer at geva okkum íblástur og praktisk leiðsluráð, hvussu vit gerast enn betri leiðarar, har vit eru. Nevndarformaðurin og forstjórin í hotellketuni Capello Hotel Group, Horst Schulze, lýsir hvussu vit kunnu geva ta bestu kundatænastuna. Dr. Brené Brown, professari í gransking, vil geva okkum innlit í, hvussu føll kunnu gerast okkara størsta kall til dirvi.
Føroyska íkastið í ár verður Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele. Hann kemur at greiða frá sínum royndum sum leiðari og hvussu tað er at vera leiðari fyri nógvum starvsfólkum og at náa ítøkiligum málum.
Fyri aðru ferð verður eisini skipað fyri einum serligum Ung-GLS fríggjakvøldið 15. januar kl 20 ??? serliga ætlað teimum ungu. Tað er ókeypis at luttaka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald