2020-05-08 09:54

Línuskipið Jákup B., sum hevur verið til fiskiskap við Eystur-Grønland, kemur á Klaksvík tíðliga í morgin - um 8-9 tíðina.
Fiskiskapurin hevur verið góður, teir komu á fiskileið við Eystur-Grønland 15. aprí, og hava nærum fulla last - umleið 280 tons av frystum fiski, varð sagt, tá ið vit fyri løtu síðan tosaðu umborð.
Tað eru 15 mans við Jákup B., skipari er Helmar Lassen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald