JN

Ítrótturin ger sjálvur av, um tey byrja aftur

...

2020-05-07 13:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað er hvørt einstakt ítróttasamband, sum ger av, um ítróttarkappingar byrja aftur. Tað sigur løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, í svari til Beintu Løwe tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Beinta Løwe spurdi millum annað eisini um hvat løgmaður heldur um, at tróttargreinar byrja aftur, hóast heilsumyndugleikar mæla frá

hesum, um ítróttargreinar ikki megna at lúka tilmælini um t.d. frástøðu og annað. Svarið frá løgmanni var, at yvirskipað eigur mann at fylgja heilsufakligu tilmælini, men samstundis ynskir mann ikki at virksemið skal tarnast. Tí sigur løgmaður, at vigast má fyri og ímóti og innan fyri skipaðar karmar loyva virkseminum aftur.

Alt svarið sæst her: https://logting.fo/files/casewrittenquestion/977/074.19%20Svar%20fra%20B.S.%20Nielsen%20til%20B.%20L.%20Jacobsen%20-%20Itrottarkappingar.pdf

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder