Politikkur

Ítrótturin er savnandi og eigur at hava hægstu raðfesting

...

2019-07-19 11:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Ítrótturin hevur stórt virði fyri okkum sum land, og er í stóran mun borið av sjálvbodnum arbeiði. Ítrótturin er sosialt týdningarmikil, góður fyri heilsuna, skapar trivnað og setur Føroyar á heimskortið. Ítrótturin hevur mín fulla stuðul.

Hyggja vit at, hvat vit hava rokkið, so er tað ikki so lítið. Vit samanbera okkum við onnur lond, men vit arbeiða als ikki við somu pengum sum hesi. Tað kunnu vit takka okkara felagskenslu, sjálvbodna arbeiðið bæði í feløgum og ÍSF við sersambondum og ikki minst okkara íðkarum.

Tak eitt nú A-landsliðið í fótbólti, sum hevur vunnið á so frægum tjóðum sum Eysturríki og Grikkalandi. A-landsliðið í hondbólti hjá monnum og teirra frálíku úrslitum seinasta árið. Og ikki minst U17 landsliðið í hondbólti, sum júst hevur vunnið European Open í Svøríki móti sterkum heimstjóðum.

Og innan svimjing, kappróður, talv, badminton, fimleik, flogbólt, borðtennis, judo, súkkling og frælsan ítrótt hava vit gjørt bart.

Eisini Parasport Føroyar er sera týdningarmikið øki, sum virkar fyri at íðkarar, sum bera brek, luttaka í venjingum og kappingum. Hetta er við til at geva íðkarum mót og gleði í gerandisdegnum.

Tá vit eru í kapping uttanlands savnar hetta okkum sum tjóð. Tað verið seg tá føroysk lið møta útlendskum liðum og tá landsliðini stríðast móti yvirmaktini. Tá er líkamikið hvat felag vit umboða. Vit berjast fyri Føroyar.

Júst tí, at tað liggur so nógv arbeiði aftanfyri ítróttin í Føroyum, eigur man frá politiskari síðu at gera karmarnar optimalar.

??rslit av hesum slag sum vit hava rokkið, er eitt tað besta reklamuvirðið vit hava sum tjóð.

Ítróttur er fyri øll
Kappingarnar innanhýsis í Føroyum geva okkara ungu og vaksnu íðkarum møguleika at kappast á høgum støði, og geva ikki minst áskoðarum upplivingar viku eftir viku.

Sosialt gevur ítrótturin okkum nógv. Tað gevur vinasambond, og heilar bygdir kunnu flokkast um teirra ítróttarstoltleika.

Og so merkir tað eisini nógv, at ein bygd ella býur hevur ítrótt at bjóða sínum borgarum. Hetta hevur nógv at siga fyri trivnaðin, og at tú ert stoltur av at verða við í einum felagskapi, sum bjóðar sínum borgarum nógvar møguleikar og klárar seg væl.

Og ikki minst hevur ítróttur nógv at siga fyri heilsuna. Fólkaheilsuráðið hevur sett nógv fokus á hetta økið, og heiti sum Heilsufótbóltur og Rørslufagnaður er vorðin partur av gerandisdegnum. Vit síggja eisini nógv onnur heilsutiltøk kring landið innan alskyns ítrótt, til frama fyri likamsvirkni.

Ítróttur er fyri øll - tað er eitt felags mál sum øll skilja. Vit skulu í mest møguligan mun stuðla tí týðandi sjálvbodna arbeiði, sum einstaklingar, ítróttafeløg og onnur gera fyri at menna okkara børn og ungdóm sálarliga og kropsliga.

Frá landsins síðu eiga vit at stuðla arbeiðinum við fólkaheilsu, sersambondunum, feløgum og ungdómsvenjing í ymsu feløgunum - bæði breidd og úrvalsítrótti.

Bjartur Nolsøe, valevni fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder