Politikkur

Vit mugu hjálpa teimum heimleysu

...

2020-06-27 10:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

10. juni 2020 setti eg landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, skrivligan fyrispurning um støðuna hjá heimleysum í Føroyum. Spurningarnir vóru soljóðandi:

1. Hvussu nógv heimleys liggja og hava ligið á teimum trimum sjúkrahúsunum seinastu trý árini?
2. Hvussu gomul eru tey heimleysu, ið liggja á sjúkrahúsunum kring landið?
3. Hvussu leingi liggja tey heimleysu í miðal á sjúkrahúsunum, áðrenn tey verða útskrivað?

Í svarinum kom m.a. fram, at 19 borgarar eru skrásettir sum innlagdir á sjúkrahúsunum longri enn neyðugt, tí onki heim var at útskriva til. Í miðal liggja heimleys 76 dagar á sjúkrahúsinum, har tann, ið var longst, var innlagdur í heili 361 dagar.

Hetta er ikki nøktandi. Og so slett ikki í so framkomnum samfelagi sum Føroyum. Vit mugu og skulu hjálpa teimum, ið detta niðurímillum. Í hesum førinum tykist tað, sum tey heimleysu ikki bara mangla eitt heim, men tað er heldur eingin myndugleiki, ið tekur sær av teimum. Tey detta niðurímillum tvey aðalráð: heilsu- og almannamálaráðið.

Heilsumálaráðið varar av sjúkrahúsunum, meðan almannamálaráðið hevur ábyrgdina av teimum, tá tey eru liðug við við viðgerðina. Hvussu ber tað so til, at tey heimleysu ikki hava nakrastaðni at fara, tá viðgerðin er liðug?

Eg havi verið í sambandi við landsstýriskvinnuna í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, og hon sigur, at arbeitt verður við málinum. Tað gleðist og fegnist eg um. Vit mugu og skulu hjálpa teimum, ið koma illa fyri. Eitt hugskot kundi verið, at Bústaðir byggir íbúðir, ið eru eyðmerktar til heimleys. Ella bráðfeingishjálp.

Uni Rasmussen
Løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder