Politikkur

Íslendski uttanríkisráðharrin á vitjan í Føroyum

...

2020-10-23 09:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í døgunum 22-24 oktober vitjar íslendski uttanríkisráðharrin, Guðlaugur ??ór ??órðarson, í Føroyum. Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, er vertur fyri vitjanini.

Fyrrapartin fríggjadagin 23. oktober hava uttanríkisráðharrarnir fund í Tinganesi. Á skránni fyri fundin er handilsviðurskiftini landanna millum.

Fríggjadagin verður eisini vitja á garðinum á Vatnaskørðum hjá Sigerti Paturssyni, formanni í Bóndafelagnum, og hjá Krás í Hósvík.

Seinnapartin fríggjadagin luttaka Jenis av Rana og Guðlaugur ??ór ??órðarson á ráðstevnuni "Brexit, møguleikar og avbjóðingar,har teir fara at røða um hvørjar møguleikar og avbjóðingar Brexit hevur fyri ávikavist Føroyar og Ísland. Ráðstevnan er partur avFaroExpo 2020í Runavík.

Íslendski uttanríkisráðharrin fer av landinum sunnudagin 25. oktober.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder