JN

ÍSF tekur undir við at leingja corona-tiltøkini

...

2020-03-23 10:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Allar ítróttagreinar halda steðg, so leingi myndugleikarnir mæla frá, at fólk savnast ??? t.v.s. í øllum førum til og við 13. apríl

So leingi almennu myndugleikarnir mæla fólki frá at savnast, so leingi stendur steðgurin í føroyska ítróttaheiminum við. Ítróttasamband Føroya leggur dent á, at øll feløg og sambond innan ÍSF virða seinastu almennu tilráðingarnar.

Tað merkir, at venjingar, dystir, kappingar og annars øll ítróttatiltøk ??? bæði innandura og uttandura ??? í øllum deildum og aldursbólkum halda steðg í øllum førum til og við 13. apríl, sum er seinasta tilráðingin frá almennu myndugleikunum.

- Nú eigur eingin at slaka. Vit taka framvegis ábyrgd og vilja vera við til at skerja smittuvandan. Støðan skal framvegis takast í størsta álvara. Samfelagssinni er framvegis lyklaorðið her, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.

Vinaliga

Ítróttasamband Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder