Árligi landsfundur Miðfloksins verður tann 21. mars í skúlanum á Fossanesi. Upprunaliga ætlanin var, at landsfundurin skuldi vera tann 29. februar.
Á ársfundinum vitjar forkvinnan hjá donsku Kristnu Demokratunum, Isabella Arendt. Hóast Isabella var virkin í politikki í eitt áramál, kom hon sum eitt stjørnuskot á politiska pallin til fólkatingsvalið í 2019, tá ið táverandi formaður floksins, vegna sjúku, ikki kundi taka lut í einum sjónvarpskjaki. Hon kláraði seg so mikið væl í hesum kjaki, at hon gjørdist fremsta valevni hjá flokkinum, og eftir valið varð hon vald til forkvinnu í flokkinum. Hon fekk 8.091 persónligar atkvøður, og flokkurin fekk 17.012 atkvøður. Bara 192 atkvøður restaðu í at fáa umboð á Fólkatingi.
Isabella er 26 ára gomul og er fødd og uppvaksin í Fredericia. Hjartamál hennara eru familjumál og virkar hon, eins og Miðflokkurin, fyri at minka um talið á fosturtøkum og at hjálpa kvinnum, ið eru í tí torføru støðu, har fosturtøka verður umhugsað. Hon brennir somuleiðis fyri burðardyggari vinnuligari framleiðslu.
??ll eru hjartaliga vælkomin til ársfundin hjá Miðflokkinum tann 21. mars í skúlanum á Fossanesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald