JN

IRF við átaki at endurvinna matleivdir

...

2020-09-11 06:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í summar sendi IRF øllum limakommunumeitt tilmæli um at bjóða borgarum sínum tær sokallaðu bokashi-spannirnar. IRF hevur sett í verk eina stuðulsskipan, har felagsskapurin rindar helvtina av øllum Bokashi-settunum, sum limakommunurnar lata borgarum sínum.

Áhugin frá limakommunum vísti seg alt fyri eitt at vera stórur. Eysturkommuna, Vága kommuna, Hvannasunds kommuna og Sumbiar kommunu hava longu meldað nógv húskitil, og væntandi fara fleiri kommunur at koma afturat.

Um bokashi

Við bokashi-tilgongdini ber til at hagreiða matleivdir í køkinum uttan at brúka posar og uttan at tøma spannina hvønn dag. Gerin, ið fylgir við settinum, inniheldur virknar smáverur (mikroorganismur), sum seta gongd á eina súrnan av matleivdunum. Gerin forðar fyri roti og tí eisini ringum lukti. Súrnan er eitt natúrligt stig, tá ið lívrunnið burturkast verður brotið niður. Áðurnevndu smáverur (mikroorgamismur) seta ferð á súrnanina, og tærforða eisini fyri, at spannin við matleivdum fer at lukta rotin.

??rslitiðavbokashi-tilgongdini er fyrstafloks sankutøð/bokashi.

Arbeitt verður við felagsloysn fyri endurvinning av matleivdum

Í løtuni kannar IRF møguleikarnar at gera eina felagsloysn fyri endurvinning av matleivdum í øllum økinum hjá IRF. Bæði møguleikarnir við industrikompostering og biogasframleiðslu verða kannaðir.

IRF fylgir neyvt við, hvussu onnur lond við somu fortreytum sum Føroyar gera, og vit vóna, at vit í 2021 kunnu koma við einum útspæli um, hvussu eina felags loysn fyri alt IRF-økið kann koma at síggja út.

Meðan vit bíða eftir felagsloysnini, vil IRF stuðla teimum kommununum, ið eru ídnar eftir at
sleppa í gongd við endurvinning av matleivdum. Hetta verður gjørt við eini stuðulsskipan til bokashi, har IRF rindar 50% av øllum bokashi-settum, sum verða latin borgarum.

Meira kann lesast um bokashi her: www.irf.fo/bokashi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder