Vinna

Innflutt fyri 719 mió. kr. í mars

...

2020-05-13 13:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 - Vøkstur á 9% samanborið við mars í fjør.

Innflutningurin í mars mánað er nú uppgjørdur og vísur ein vøkstur á 9% samanborið við mars í fjør. Tað er vøkstur í flestu vørubólkum, meðan minking er í bólkinum maskinur og onnur útgerð og eisini í brennievni. Prísurin á brennievni er fallin seinastu tíðina og er tað tað sum sæst aftur.

Hetta er fyrsti mánaði síðan Føroyar av álvara vóru raktar av korona farsóttini og hóast innflutningurin veksur í mars samanborið við mars í fjør, skal man verða varin at gera niðurstøður tá bert verður hugt eftir einum mánað. Innflutningurin sveiggjar vanliga frá mánað til mánað og tað er ov tíðliga at meta um hvussu korona fer at ávirka innflutningin.

m1

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum (apr. 19-mar.20) var 8,5 miá kr. Tað er 700 mió. kr. meir enn undanfarna skeið.

Uttan skip og flogfør var vøksturin 279 mió. ella 4%


m2

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder