Sørvágs kommuna fer saman við Sørvágs skúla at gera eina roynd at hava Undirhús fyri menn og kvinnur, soleiðis, at skúlin verður meira opin ??? eisini fyri teimum , ið ikki hava sína dagligu gongd her.
Hvønn fríggjamorgun kl. 1000 -1130 eru øll væl komin til eina hugnaløtu við drekkamunni á bókasavninum.
Byrjað verður fríggjamorgunin 12. februar 2016
Kaffi/te við onkrum afturvið verður at fáa, og bløðini kunnu lesast.
Borð verða at sita við, har kaffi/te kann njótast ella spælast kann kort.
Verður undirtøkan góð er ætlanin at víðka tiltakið soleiðis, at fyrilestrar verða hildnir, og um áhugi er fyri tí, eisini at skipa fyri rørslu í fimleikarhøllini og møguleika at svimja.
Ábyrgdarpersónar verða:
Thova Hansen - Finnbogi & Edna Niclasen - Torkil Haraldsen
Thordis Skaalum - Høgni & Elsa Nielsen og
Jørleif & Dinna Ole- Jacobsen
Inngongd er við svimjihøllina vestanfyri skúlan.
Hevur tú hug at hjálpa til, ert tú vælkomin at ringja til
Thordis, 227216/ 333119
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald