Spyrjari: | Ingolf Sólheim Olsen |
Svarari: | Poul Michelsen |
Spurningur: | Á tingfundi 3. november 2017 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi: 1. Hvat er tað, sum er so galið við leigumálinum hjá Sjóvinnustýrinum á Hálsi 1 í Sørvági, at neyðugt er at uppsiga leigumálið og flyta haðani í skundi? 2. Hava viðurskiftini havt heilsuligar avleiðingar fyri starvsfólk í Sjóvinnustýrinum? 3. Hvørji krøv hevur leigari sett til leigumálið, fyri at tað kundi halda áfram? 4. Vóru hesi krøv í samsvari við grøna politikkin hjá samgonguni, millum annað málinum um, at upphitingin av almennum bygningum skal koma úr varandi orkukeldum? 5. ??tleigari hevur alment ført fram, at hann hevur boðið seg til at finna loysnir fyri kravdu ábótunum og broytingunum ??? loysnir, sum er kostnaðarneutralar fyri leigara. Hví verður ikki tikið av hesum tilboði? 6. Ymiskar kanningar eru gjørdar av inniklimanum í bygninginum. Hesar kanningar verða lagdar til grund fyri krøvunum hjá Arbeiðseftirlitinum, men verða í stóran mun ikki viðurkendar av útleigara. Hví eru ongar óheftar kanningar, sum allir partar viðurkenna, gjørdar av inniumhvørvi, hitaskipan, útsúgving o.s.fr.? 7. ??tleigari sigur seg ikki vera slopnan til orðanna mótvegis landsins myndugleikum í hesum máli. Hann hevur millum annað til fánýtis biðið um at sleppa at gera sínar egnu kanningar (við eksternari serfrøði) av inniumhvørvinum. Hvørjar viðmerkingar hevur landsstýrismaðurin til hetta? 8. Er endaliga staðsetingin av nýggjum bygningi til Sjóvinnustýrið í Vágum gjørd av? 9. Um ikki, nær verður hon so tað? Viðmerkingar: Ad. 2, 3 og 4: Sambært almennum skrivi hjá stjóranum í Jim S hevur felagið boðið sær at loysa teir inniumhvørvistrupulleikar, sum sambært uppáhaldi hjá Sjóvinnistýrinum eru í bygninginum. Fyri at gera íløguna vildi útleigarin tó treyta sær, at leigumálið fór at verða longt við í minsta lagi tveimum árum, og at Arbeiðseftirlitið fór at geva bygninginum jaligt ummæli. Ad. 5 og 6: Stjórin í sp/f Jim S hevur ført fram, at hann ikki hevur álit á øllum kanningunum av bygninginum og inniumhvørvinum, sum Sjóvinnustýrið eftir krøvum frá Arbeiðseftirlitinum hevur latið gjørt. Hann hevur havt ynski um at sleppa at gera tilsvarandi kanningar við hjálp frá uttanhýsis serfrøðingum. |
Politikkur
Ingolf spyr hvat er galið við leigumálinum í Sørvági
...
2017-11-03 20:24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald