2019-08-19 10:46
Í gjár setti undirritaði - Jóanis Albert Nielsen - Ingolf S. Olsen ein spurning um Vágatunnilin. Spurningurin til Ingolf S. Olsen var, hvat er gjørt fyri at avtalan um Vágatunnilin verður hildin, vil Tjóveldi avtaka gjaldið? Les greinina her.
Ingolf svarar:
Hey Jóanis.Hatta málið bleiv tíverri ikki loyst í samgonguskeiðnum, sum nú rennur út. Tunnilsgjøldini blivu partur av ætlanunum um heilt nýggjan gjaldspolitikk á samferðsluøkinum, har aðalmálið var ein samhøldsføst fígging av øllum landsvegakervinum, íroknað tunlar, og sjóvegis farleiðunum.
Tað arbeiðið bar tíverri ikki á mál.
Arbeiðið var tó tikið í so stórum álvara, at ein politiskur arbeiðs/fylgibólkur var stovnaður við løgmanni við borðendan.
Eg var sjálvur í tí arbeiðsbólkinum, og frá fyrsta degi gjørdi eg mína støðu greiða: Løgting og landsstýri skulu halda gjørdar avtalur!
??ll eru tó ikki á einum máli um, hvat í veruleikanum bleiv samtykt viðvíkjandi gjøldunum fyri umleið 20 árum síðani. Men sama, hvat reint formliga varð samtykt, so haldi eg absolutt ongan iva vera um, at politiska skipanin bæði tá og øll árini síðani tilvitað hevur latið vágafólk livað í tí trúgv, at tað bleiv ókeypis at koyra, tá lánini vóru niðurgoldin. Eisini leiðslan í Vágatunlinum hevur livað í tí trúgv, tí gjøldini hava øll árini verið lagað eftir einum afturgjaldsprofili, har gjøldini komu niður á null, tá lánini vóru afturgoldin.
Men tað hevur ikki eydnast mær (enn) at fáa meiriluta í samgonguni fyri at halda lyftini, sum givin vóru fyri 20 árum síðani.
Av tí, at ósemja er um, hvat í veruleikanum bleiv samtykt, og at tað ikki er so einfalt at prógva, hvat løgfrøðiliga vendir upp og vendir niður, havi eg kravt, at ein nýggj politisk avgerð skal takast í málinum.
Tað vónaði eg so, at Løgtingið kundi avgreiða seinastu setuna, men alt arbeiðið í arbeiðs/fylgibólkinum steðgaði upp, og síðani er absolutt onki hent.
Tað stutta av tí langa er, at eg alt samgonguskeiðið havi roynt at fáa loyst hetta málið, men tað hevur ikki borið á mál enn.
Eg haldi tó, at tað í samgonguni var undirtøka fyri mínum kravi um, at ein nýggj politisk avgerð skal takast í Løgtinginum um tunnilsgjøldini. Hvørja lagnu tað far, veldst so sjálvandi um, hvør samgonga tekur við eftir valið. Mítt stríð fyri einari rættvísari loysn heldur í øllum førum fram.
Eg havi ikki hildið, at hetta málið var av slíkum slag, at eg skuldi seta alt upp á spíssin og eventuelt slíta samgonguna upp á tað. Tí so hevði so nógv annað verið mist, sum hevur vitalan týdning fyri Vágoynna - millum annað tey nýggju uppsjóvarrættindi, sum tað er eydnast at fáa í oynna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald