Lýsing

Ingi & Danny í Løgmansgarðinum

...

2020-07-02 08:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin 11. juli kl 20:00 verður konsert við Inga Poulsen (Ingi Poulsen) & Danny Baldursson (Danny Baldursson) í Løgmansgarðinum í Sandavági.


Tað var í árunum 1555 til 1816, at løgmaður búði í Sandavági og hevði Steigargarðin leiguleysan sum festi. Vit halda, at Løgmansgarðurin er so hugnaligur, og vilja royna, hvussu hann hóskar til hetta høvið. Tað er upplagt at taka sær teppi við fyri at hugna um løtuna.

Konsertin kostar 130,- og tú kanst ogna tær eitt atgongumerki við at skriva til Húsagongd á Facebook.

Eftir konsertina eru øll vælkomin til bál á sandinum í Sandavági, sum verður í samstarvi við Vága kommuna

PANCHO_Popup verður eisini á staðnum. Meira upplýsingar um hetta seinni.

Vit gleða okkum at síggja tykkum :)

Fyriskiparnir av tiltakinum
Beinta Gudmundsen
Ragnhild Olsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder