JN

Fimti dagur uttan nýggja smittu

...

2020-08-26 13:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eingin nýggj smitta varð staðfest í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. ??rslitið byggir á í alt 89.790 kanningar.

Hetta er fimti dagur upp í slag uttan nýggja smittu. 1.011 kanningar vórðu gjørdar kring landið í gjár.

411 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru nú 357 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 54 persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna. Eingin liggur á intensivari deild.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder