2014-11-26 21:14
KVF - vegamótið:
- Var eg ikki komin til Føroya, veit eg ikki, um eg hevði verið á lívi í dag, sigur Igor Klein, ið sum átta ára gamal kom til Føroya at búgvaÍ 1998 vóru tað nógvir føroyingar, ið løgdu merki til Igor Klein og mammu hansara, tá tey í einum innslagi í Degi og Viku greiddu frá, at tey skuldu sendast aftur til Ukraina, haðani tey komu. Tey høvdu búð í Føroyum í tvey ár, men danska útlendingastýrið vildi hava tey av landinum.
Ein klaksvíkingur sá innslagið við Igor og mammuni, og hann bleiv bjargingin hjá lítla donginum og mammuni.
- Eg eri so æviga takksamur fyri tað, sum hann gjørdi. Sum heild havi eg altíð kent meg væl millum føroyingar, sigur Igor Klein, sum í dag er 26 ára gamal, útlærdur elektronik fakteknikari og býr í Klaksvík.
Í Vegamótinum fortelur Igor Klein millum annað um barnaárini og ta ferðina, tá hann og mamman skuldu sendast av landinum og aftur til Ukraina.

Hoyr sendingina HER:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald